Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti fleiri sløgum av danskari rullupylsu, tí hon er lívshættislig fyri summi fólk. Orsøkin er, at vandi er fyri, at listeria, sum er ein bakteria, er í rullupylsuni.
Talan er um rullupylsu, sum Danish Crown hevur gjørt og pakkað fyri ymisk virki, eisini føroysk virki. Og felags fyri tær er, at tær eru allar gjørdar fyrsta juni í ár, ella seinni. Talan er um hesi sløg av rullupylsu, sum ávarað verður ímóti
Góðbiti svínarullupylsa: Nettovekt: 100 g
PM Fleskarullupylsa: Nettovekt: 100 g
Pålækker Rullepølse
Pålækker Røget rullepølse
Pålækker Friland Rullepølse
Tulip Multipak
Den Grønne Slagter Rullepølse
Pålægs Slagteren Røget Rullepølse
Pålægs Slagteren Rullepølse
Viking Rullepølse
Steff Rullepølse
Steff Røget Rullepølse
Egelykke Rullepølse
REMA 1000 Rullepølse
REMA 1000 Røget Rullepølse
Heilsufrøðiliga Starvsstovan leggur dent á, at listin kann verða broyttur. Tey minna eisini á skip, sum hava provianterað uttanlands at kanna rullupylsurnar, tey hava keypt.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at bakterian, Listeria monocytogenes, er ávíst í eftirlitinum hjá framleiðaranum. Sjúkueyðkenni fyri Listeriosu líkjast teimum sum vísa seg við influensu, nevniliga fepur, høvuðpína og í summum førum fáa fólk eisini magatrupulleikar og tarmtrupuleikar.
Fólk, sum ananrs eru væl fyri, verða oftast ikki serliga sjúk, men fyri fólk við veikari immunverju, er listeria lívshættisligt, tí tey kunnu fáa blóðeitran, ella meningitis, og tað eru eini 25 prosent av teimum, sum doyggja av tí, sigur danska matvørueftirlitið. Talan kann vera um fólk, sum eru í viðger fyri krabbamein, hjartasjúkum og um fólk, sum hava týpu tvey diabetis.
Kvinnur, sum eru við barn, eru í øktum vanda fyri at missa barnið, ella at barnið er deyðføtt. Barnið er eisini í øktum vanda fyri, at vera fødd við blóðeitran ella meningitis.
Sjúkuteknini vísa seg fáar dagar eftir at fólk eru smittað, men tað kunnu eisini ganga einir tveir mánaðir. Tey flestu verða sjúk tvær, tríggjar vikur eftir at tey eru smittað.