?Hendingaríkir dagar í Føroyum

44 børn úr 14 londum, hava í juli mánað verið á legu í Føroyum. Leygardagin verður almenningurin bjóðaður inn á gólvið í skúlanum, har framsýningar o.a. úr luttakaralondunum er á skránni

Tað hava verið hendingaríkir dagr á C.I.S.V. leguni í Suðuroy, har 11 ára gomul úr ymsu londunum hava hugnað sær og lært hvønn annan at kenna.


Knýta vinarbond

Nógv teirra hava knýtt vinarbond, og fara ivaleyst ongantíð at gloyma tíðina í Føroyum, og helst fara fleiri at varðveita vinarlagið í framtíðini.

Leygardagin hava øll luttakaralondini, sum spenna frá Brasilia til Norðurlond, Jordan, Egyptaland, USA, Týskaland og Italina, bert fyri at nevna dømi, at hava hvør sín bás, har børnini fara at siga frá ymiskum í heimlandinum, eins og tey hava bakað køkur o.a., sum stavar frá teirra landi.


Læra aðrar siðir og onnur fólkasløg

C.I.S.V. varð stovnað í 1961, og er eitt úrslit av royndunum eftir seinna heimsbardaga at forða fyri kríggi í framtíðini, og við tí endamáli at geva børnum í heiminum møguleika at hittast og læra hvør annan at kenna, í hesum sambandi.

Børnini á leguni eru øll um 11 ára gomul. Aldurin varð settur eftir, at børnni tá eru so mikið stór, at tey eru móttakilig fyri ávirkan uttanífrá og ongar fordómar hava fingið.

Malla Dam er leiðari á leguni, og hon sigur, at børnini læra at samstarva, og virða siðvenjurnar hjá hvør øðrum. Tey hava sungið, dansað, havt tað stuttligt og lært seg ymsu málini, sum børnini tosa.

At ein grind legði beinini í Hvalba í vikuni, gav børnunum ríkiligt innlit í føroysku mentanini.

Tá tey á leguni frættu at grindaboð vóru, kvikaðu tey sær øll til Hvalbiar, men av tí at skotbráið var stutt, fingu leiðararnir ikki stundir at kunna børnini stórvegis um tað, sum skuldi henda.

Nógv børn vóru ógvuliga skelkað, men tá tey komu heimaftur, greiddu leiðararnir børnunum gjølla frá um grindadrápi. Roynt varð at tekna og práta um hendingina soleiðis, at børnini skiltu tað, og sissaðust aftur.

Annars hava børnini verið hjá føroyskum familjum í tveimum vikuskiftum, meðan tey hava verið í Føroyum. Einu ferðina í Havn, og síðani hjá familjum í Suðuroy.

C.I.S.V. legan endar 24. juli, og tá fara børniniaftur hvør til sítt, eftir hendagaríkar dagar í Føroyum.