Henke vildi ikki til FCK

Svenska álopsstjørnan Henrik Larsson váttar nú, at hann fekk fleiri áheitanir frá danska felagnum FC Keypmannahavn, áðrenn hann kom heim til Svøríkis at spæla. Larsson hevur seinastu tvey árini spælt fyri Barcelona, men hann gjørdi í seinasta kappingarár av, at hann vildi sleppa heimaftur til Svøríkis. Tað var tá, at FCK royndi at lokka Henke til Keypmannahavnar at spæla. Sambært Henke sjálvur var hann ongantíð av álvara áhugaður í tí tilboðnum. Hann vildi sleppa heim til Helsingborg at spæla.