Henning offraður - Finnbogi bjargaður

?SKAL man halda fram í samgongu, so sleppa vit ikki víðari við hesum málinum? Hetta vóru orðini hjá formanni tjóðveldisfloksins í SvF týskvøldið. Tey eru søgd í sambandi við órættvísu og ósakligu uppsøgnina av landsverkfrøðinginum. Orsøkin til at vit taka orðini fram her er tann, at vit óttast, at nettup hesin setningurin fer at verða galdandi fyri restina av hesum valskeiðnum.

Tjóðveldisflokkurin saman við sjálvstýrinum offraði landsverkfrøðingin fyri at kunna halda fram í samgongu. Hetta málið prógvar, at fólkaflokkurin við sínum løgmanni hevur bæði buktina og báðar endarnar í øllum tí hann setir sær fyri í Tinganesi.


EINGIN ivi er um í okkara verð, at Henning Jacobsen er órættvíst sagdur upp, og at einasta rætta avleiðing av tí mistaki, sum samgongan nú viðgongur er gjørt, er tann, at Finnbogi Arge fer frá sum landsstýrismaður. Men løgmaður kennir seg pliktaðan til at halda hondina yvir FA, hóast hann við hesi gerð kemur at missa álitið millum mangar av sínum egnu - og tjóðveldisflokkurin, sum tykist hava slept øllum øðrum virðum til frama fyri fullveldinum, torir ikki at taka henda rættvísisdyst upp, tí tað kann kosta í Tinganesi. Sjálvstýrisflokkurin fer ongantíð at siga løgmanni ímóti, hóast SPÍG uppá kvamsvís kemur við hóttanum. Hóast stór orð í pressuni er sjálvstýrisflokkurin 100% loyalur móti FA og løgmanni. Stýrisskipanarlógin gevur eisini løgmanni so mikið nógv vald, at hann kann skalta og valta við øðrum sum honum lystir. Og tað er hetta vit hava varhugan av, at hann ger. Hvussu kann løgmaður góðtaka eina órættvísa uppsøgn av einum trúgvum og dugnaligum embætismenni um somu tíð sum hann heldur hondina yvir sínum egna partamanni, sum hevur framt misgerðina! Hetta er ikki einum løgmanni verdugt.


EINASTA rætta úrslit av samgongufundinum átti at verið, at FA tók seg aftur ella at hann varð biðin um at fara frá. ístaðin fyri at viðganga misgerð sína, fer maðurin hástórur í SvF og tileinkisger atfinningarnar. Hví verður nú bráddliga ?drigið í land? og tosað um, at starvsfólk eftir hetta skulu takast uppá ráð, og hví verður nú tosað um, at samanlegging skal taka 5 ár heldur enn 1 - uttan at hetta fær nakrar avleiðingar fyri FA?


HETTA málið er einki minni enn ein ?makt -demonstratión? hjá fólkaflokkinum. Flokkurin hevur nú trykkprøvað tjóðveldið, sum við einkisigandi støðu síni hevur víst, at tað er tilreiðar at sleppa rættvísis krøv fyri at kunna varðveita vald. Tá flokkurin kann skriva undir, at hetta málið ikki er farið rætt fram, so sigur hann samtíðis, at justitsmorð er framt móti einum ósekum almennum leiðara. Átti tjóðveldisflokkurin nakra rættvísiskenslu, so hevði hann sett ófrávíkiliga kravið: skal FA varðveita sín sess eftir hetta ósakliga og órættvísa kvett móti LVF, so eigur H. J. at verða sitandi í sínum sessi. Hvørki meira ella minni. Mannagongdin og uppsøgnin av LVF er ein skamblettur fyri okkara samfelag. Løgmaður, sum er ovasti starvsfólkaleiðari, átti ikki at latið hetta gingið. Tað hevur skatt trúvirði hansara. Vónandi er ikki seinasta orðið sagt í hesum ótespiliga máli.