Oddadystur var í dag í næstbestu norsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy tóku móti Bodø í REM Arena høllini í Fosnavåg.
Bodø vann dystin 30-25. Útiliðið var á odda 14-11 í steðginum. Pauli skoraði trý mál.
Bergsøy er framvegis fremst í deildini, men nú er hørð kapprenning millum fýra lið. Bergsøy og Viking TIF hava 20 stig hvør. Bodø hevur 19 stig, og teimum á baki hevur Melhus 18 stig.
Komandi leygardag klokkan 16 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Kragerøy, ið er nummar fimm í deildini við 15 stigum. Eftir tað er vetrarsteðgur í kappingini fram til 18. januar.











