Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town er í einari tungari gongd í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. Seinastu sjey umførini hevur Grimsby tapt fýra dystir, og teir hava leikt tríggjar javnar. Teir hava sostatt bert tryggjað sær trý av 21 møguligum stigum.
Í dag tapti Grimsby á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum 0-2 fyri Notts County, ið skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.
Geza slapp ikki á vøllin í dag, og tað gjørdi hann heldur ikki í undanfarna 1-1 javnleikinum á útivølli móti Shrewsbury.
Grimsby er nú nummar 14 í deildini við 27 stigum. Tað eru tó ikki meir enn fimm stig upp til sjeynda plássið, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting aftaná lokið grundspæl. Chesterfield hevur 32 stig á sjeynda plássinum.
Trý tey fremstu liðini flyta upp í triðbestu deildina, meðan liðini á endastøðunum millum nummar fýra og sjey spæla um uppflyting. Grimsby hevur 10 stig upp til Swindon, ið er triðfremst í deildini við 37 stigum.
Komandi leygardag klokkan 12.30 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Bromley, og 2. jóladag hava teir heimadyst móti Oldham.











