Tað kom ikki óvart á, at Henrik Dam Krisensen verður formaður fyri Fólkatingið.
Reyði vongur fekk meiriluta á fólkatingsvalinum 5. juni, og forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, váttaði í gjár, at hon hevði tryggjað sær stuðul frá øllum flokkum í Fólkatinginum, soleiðis, at Henrik Dam Kristensen kundi veljast til formann.