Hepnir at vinna

Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, kendi seg hepnan eftir dystin.

- Tað er ein kvalitetur í EB/Streymi, at leikararnir skapa møguleikar allan dystin ígjøgnum, men sjálvandi kenni eg meg hepnan, at vit vinna móti dystarenda, segði Heðin Askham.

Hann legði afturat, at nú er silvurið nærum heima, og illa kundi roknast við meira, tá liðið var so mikið aftanfyri.

- Eg haldi vit hava vunnið røttu dystirnar, og fingið tey stigini, vit kundu fáa, staðfesti Heðin Askham.

Um seinasta dystin sigur Heðin Askham, at tað verður stuttligt at fara til Klaksvíkar at spæla og taka ímóti silvurmerkjum.