Gjáramorgunin hoyrdust grindaboð í Vágum. Tað var manningin á tyrluni hjá Atlantslfogi, ið sá nakrar hvalir millum Presttanga og Trøllkonufingur um hálvgum tíggju tíðina. Boð vóru beinan vegin givin sýslusluskrivstovuni, og bátar fóru út at leita eftir grindini. Men tá bátarnir komu út, var eingin grind at síggja.
Úr Vágum verður sagt, at seinastu tíðina hava stórhvalir verið at sæð kring oynna, og hildið verður, at hvalirnir, manningin á tyrluni sá, helst ikki hava verið grindahvalir, men heldur stórhvalir. Í løtuni er nevniliga væl av æti í sjónum, og tí er nógv at síggja, bæði av fugli og hvali.
Mangt broytist á mannsins ævi
Gamla orðatakið hjá Gøtutrónda um, at mangt broytist á mansins ævi er enn eins aktuelt, sum tað var á hansara tíð. Grindin - ella tað ið menn hidu vera eina grind - var ikki sædd úr báti ella av landi. Hon var sædd úr Tyrlu. Grindaboðini vórðu ikki borin víðari við glaðing ella við rópum. Tey komu gjøgnum sendiútgerðina hjá tyrluni. Og omaná alt, hevði grindin ikki verið dripin, um bátarnir vóru komnir fram á hana og hon ikki var serliga stór. Í staðin høvdu fólk komið frá Náttúrugripasavninum og sett sendarar á hana, so kannast kundi, hvussu grindin ferðast.
Úr Vágum frætta vit, at fólkini frá Náttúrugripasavninum vóru á veg, men tey náddu ikki longur enn á Vestmanna, har tey gjøgnum fartelefonina fingu boð um, at bátarnir, ið farnir vóru út, ikki høvdu funnið nakra grind. So eigin grind hesaferð, hvørki í frystiboksunum í Vágum ella til Náttúrufrøðingarnar at seta sendarar á.