Hósdagin 12. oktober klokkan 17.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í undankappingarbólki 7.
Dysturin verður á útivølli móti Svøríki. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar á heimavølli móti Íslandi.
Dysturin móti Íslandi í høllin á Hálsi í Havn verður leiktur sunnudagin 15. oktober klokkan 15. Sama dag klokkan 17 spælir fótbóltslandsliðið EM-undankappingardyst móti Kekkia á útivølli, og tí fæst høvið at fylgja við báðum dystunum.
Svenski landsliðsvenjarin, Tomas Axnér hevur tikið út hendan hópin, ið skal møta Føroyum á heimavølli 12. oktober.
Talan er um eitt krútsterkt lið við leikarum, ið spæla við sterkum liðum kring Evropa:
Málverjar:
Johanna Bundsen, IK Sävehof, 129 A-landsdystir/2 mál
Irma Schjött, Ikast Håndbold, 4/0
Evelina Eriksson, CSM Bukarest, 13/1
Útileikarar:
Olivia Mellegård, IK Sävehof, 69/144
Elin Hansson, Horsens Håndbold, 54/138
Linn Blohm, Györi Audi ETO KC, 149/425
Anna Lagerquist, Neptunes de Nantes, 104/124
Olivia Löfqvist, Storhamar Håndball, 4/0
Mathilda Lundström, Silkeborg-Voel KFUM, 61/82
Nathalie Hagman, SCM Ramnicu Valcea, 201/721
Jamina Roberts, Vipers Kristiansand, 214/530
Kristin Thorleifsdóttir, Horsens Håndbold, 40/49
Tyra Axnér, Nykøbing Falster HK, 16/24
Emma Lindqvist, Ikast Håndbold, 70/139
Jenny Carlson, Brest Bretagne HB, 41/111
Daniela de Jong, SCM Ramnicu Valcea, 13/17
Nina Koppang, IK Sävehof, 12/14
Nina Dano, Odense Håndbold, 36/38