Hann dugir at vera á røttum staði á fótbóltsvøllinum, og hann prógvaði aftur sítt virði fyri Portugal við at skora tvey mál móti Ungarn í Budapest ígjár.
Cristiano Ronaldo hevur nú skotið 11 mál í fimm EM-endaspølum, og er tað nýtt met.
Gamla metið átti franski Michel Platini við níggju málum. Tó skoraði Platini øll níggju málini í einum EM-endaspæli. Hetta var í EM-endaspælinum í Fraklandi í 1984, ið Frakland vann aftaná 2-0 finalusigur á Spania. Michel Platini skoraði níggju mál í bara fimm EM-endaspælsdystum.
Cristiano Ronaldo hevur brúkt 22 EM-endaspælsdystir uppá at skjóta tey 11 EM-endaspælsmálini. Á Topp-10 listanum er eisini Antoine Griezmann við seks málum í bara sjey EM-endaspælsdystum.
Her er listin yvir 10 teir fremstu EM-málskjúttarnar í søguni:
Nr. | Leikari: | Landslið: | Skotin mál: | EM-endaspælsdystir: | Skotin mál í mun til leiktar dystir: |
---|---|---|---|---|---|
1 | Cristiano Ronaldo | Portugal | 11 | 22 | 0.50 |
2 | Michel Platini | Frakland | 9 | 5 | 1.80 |
3 | Alan Shearer | Ongland | 7 | 9 | 0.7 |
4 | Antoine Griezmann | Frakland | 6 | 7 | 0.86 |
4 | Ruud van Nistelrooy | Niðurlond | 6 | 8 | 0.75 |
4 | Patrick Kluivert | Niðurlond | 6 | 9 | 0.67 |
4 | Wayne Rooney | Ongland | 6 | 10 | 0.60 |
4 | Thierry Henry | Frakland | 6 | 11 | 0.55 |
4 | Zlatan Ibrahimović | Svøríki | 6 | 13 | 0.46 |
4 | Nuno Gomes | Portugal | 6 | 14 | 0.43 |