Her koma níggju íbúðir

- Vit fegnast um, at vit fingu eitt so gott uppskot inn, siga tey í Vestmanna kommunu

 

Økið á Bakka í Vestmanna skal nú ruddast og gerast klárt at byggja á, tí her skulu níggju nýggjar íbúðir byggjast á økinum.

 

Tað er eitt samtak hjá Poul Erik Johannesen, Hjartvard Kjærbæk og Jákup Andreas Lamhauge, sum skal byggja íbúðirnar. 

 

Saman við Kolastykkinum var økið á Bakka herfyri boðið út til bústaðarbygging.

 

- Tá freistin var farin, var samtakið hjá teimum trimum boðið til samráðingar við kommununa, og niðurstøðan var, at teir keypa økið frá kommununi.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at økið nú verður ruddað, soleiðis at tað verður klárt at byggja íbúðir á.

 

- Talan er um níggju íbúðir við tveimum kømrum, einum alúmi og einum baðirúmi.

 

Lagt verður aftrat, at allar íbúðirnar verða eisini atkomiligar hjá fólki við rørslutarni.

 

- Fleiri smálutir og upplýsingar um íbúðirnar verða almannakunngjørdir seinni.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at endamálið við útboðnum var at fáa lagt aftrat bústaðarmarknaðinum í Vestmanna.

 

- Vit fegnast um, at vit fingu eitt so gott uppskot inn, verður lagt aftrat.

 

##med2##