”Árið á eftirskúla var tað besta árið!”
Hetta er nakað, sum fólk, ið hava verið á eftirskúla, ofta plaga at siga.
Og júst hesin setningurin er eisini nakað, sum Erika Winther, leiðari á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík, kennir aftur frá teimum, sum hava verið á eftirskúla har seinastu árini.
– Tey eru glað, tá tey koma, og glað tá tey fara. Tey elska tað, haldi eg, eg tori at siga, sigur Erika Winther.
Brúgvin er eitt 10. flokstilboð, sum er munandi øðrvísi enn van liga 10. floksárið – tí tað er ein eftirskúli.
– Tað serliga við eftirskúla er jú, at man býr á staðnum. So tað er bæði skúli og heim í eitt heilt skúlaár, sigur Erika Winther og vísir á, at man tí lærir nógv meira enn bara at ganga í skúla.
– Á eftirskúla mennist man ikki
bara fakliga, men eisini sosialt og persónliga. Allir førleikar verða settir uppá spæl, og búningin er týðilig aftaná eitt skúlaár. Man lærir at taka ábyrgd og taka lut í samfelagnum, og typiskt torir man betur at traðka fram, sigur hon.
Í løtuni ganga 32 næmingar á Brúnni.
Verkstovur og øðrvísi lærugreinir
Skúlaárið er býtt á 4 skeið, sum merkir, at tímatalvan broytist so hvørt. Umframt tær kravdu lærugreinirnar sum føroyskt og støddfrøði, so hava tey tvær høvuðsbreytir, sum eita #Saman og #Meining.
Aftrat hesum eru fýra vallæru greinar – wild life, kokk amokk, tónleikur og skapandi list. Her sleppa tey ungu at fordjúpa seg í ávikavist ítrótti og náttúru, mat gerð og kosti, tónleiki, og kreativi teti.
Gjøgnum árið hava tey eisini seks verkstovur, har tey bróta vanligu undirvísingina av.
– Tá arbeiðir man burturav við einum evni í nakrar dagar, og dugnalig fólk koma inn at undir vísa, soleiðis at tann vanliga undirvísingin verður brotin eitt sindur av. Í ár er fokus á tónleik, leiklist, vinnu og wild life, sigur Erika Winther.
– Vit royna eisini at gera ymiskt í lokalsamfelagnum. Í desember skipaðu næmingarnir til dømis fyri jólakonsertini “Jól á Brúnni”, og tað gekk ótrúliga væl. Eini 450 fólk vóru til tiltakið, og tað var mega hugnaligt.
Virkisvitjanir og starvsvenjing eru eisini fastur partur av skúla árinum.
##med2##
Námsferðir við nógvum upplivingum
Umframt at brúka føroysku nátt úruna og tað, tey hava á Sand oynni, vitja tey hvørt ár trígg jar býir í Europa. Árgangurin, sum er nú, hevur til dømis verið í
Keypmannahavn, London og Rom.
– Tað er altíð stuttligt at fara á námsferð. Næmingarnir plaga altíð at fáa nógvar upplivingar og knýta vinarbond á okkara náms ferðum, fortelur Erika Winther.
– Í Keypmannahavn spældu næmingarnir ein leik, tey sjálvi hava skrivað á einari verkstovu saman við einum donskum eftir skúla. Tað riggaði ordiliga væl. Tað er stuttligt at hava so gott sam band við ein annan skúla, sum man kann deila royndir og upp livingar við, sigur hon.
Sandoyggin er full av møguleikum
Alt í alt lata tey øgiliga væl at á Brúnni, bæði foreldur, næmingar og starvsfólk. Tað skilir Erika Winther væl, tí umstøðurnar eru framúr góðar.
– Sandoyggin er perfekt. Her er bæði sandur, fjøll og vøtn. Man kan padla, kajakka, ganga túrar og alt møguligt. Hetta er bæði upplagt
fyri wildlifelærugreinina, men eisini generelt til øll á skúlanum, tí vit eru nógv úti.
At Sandoyartunnilin er komin, hevur eisini latið upp fyri nýgg j um møguleikum.
– Skúlin er meira mobilur nú. Tað ger millum annað, vit kunnu fara á virkisvitjan frígg jadagar á fyrsta skeiði – til dømis hjá SEV, í Føroya Rætti og á Herberginum. Tað dámar næmingunum sera væl, tí tað er ein máti at koma tættari at samfelagnum og sígg ja, hvussu vinnulívið virkar, og kanska fáa íblástur til framtíðar yrkisleið
Meginpartin av tíðini brúka tey tó á Sandoynni.
– Oyggin er full av møguleikum. Vit elska at vera her.
At fara á eftirskúla er upplagt fyri tey, ið dáma væl at vera sosial, eru skúlatroytt ella vilja royna okkurt heilt nýtt.
– Her er altíð lív í húsinum. Tað er bara hugflogið, ið setur mørk her, sigur Erika Winther.