Tey síðstu nógvu árini hevur Kiosk Activ á Jónas Broncksgøtu í Havn verið staðið, har mann hevur kunnað fingið alt møguligt gott til ta søtu tonnina tíðliga á morgni sum seint á kvøldi. Men ljósið hevur verið sløkt í kendu kioskini seinastu mánaðirnar, tí avgerð varð tikin um at halda uppat við kioskvirkseminum.
Men skjótt verður ljós aftur í hølunum á Jónas Broncksgøtu. Hesa ferð verður tað ikki sum kiosk - men sum bakarí.
Súrdeiggj og vistfrøði
Nýggja bakaríið eitur Breyðvirkið, og tað eru tær báðar Randi Olsen og Fríða Hansen, sum lata tað upp. Tær fara at baka vistfrøðiligt breyð og annan bakstur úr súrdeiggi, sum má sigast at vera eitt alternativ til tað, sum annars er á føroyska breyðmarknaðinum.
Hóast Breyðvirkið ikki er latið upp enn, so er bakaríið longu kent millum manna, tí breyðsvangir føroyingar hava stuðlað verkætlanini við góðum 120.000 krónum á nýggja Hópfíggingarportalinum, fyri at Breyðvirkið skal blíva til veruleika.
##med2##
Áðren tað verður klárt hjá havnarborgarum at keypa nýbakað breyð úr Breyðvirkinum á Jónas Broncksgøtu, skal ymiskt praktiskt fáast upp á pláss. Bakaríeigararnir vænta og vóna at lata upp mitt í februar.
– Tað er ein øgiligur lætti, at vit hava funnið eitt høli og skjótt kunnu lata upp. Nú er ljós fyri framman, og vit eru nú so nær við sum ongantíð fyrr, sigur ein glað og spent Randi Olsen í viðmerking.
Sosialurin gjørdi longri samrøðu við Randi Olsen og Fríðu Hansen í heyst, og til ber at lesa ta samrøðuna HER, um tú hevur hald.