Her verða bara høvdingar eftir

Tað verða bara høvdingarnir eftir í hesum landinum, tí allir indianararnir rýma og koma aldrin aftur, so leingi, sum Bjørn á Heygum og hansara slag ræður her, sigur formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna

Útróðrarmenn eru rættiliga fortørnaðir yvir, at Bjørn á Heygum heitir á teir um at fara utanlands at finna sær arbeiði.

Formaðurin í Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, Martin Strøm, sigur, at Bjørn á Heygum hevur yvirhøvur ikki fyri neyðini at heita á útróðrarmenn um at fara av landinum.

Teir eru langt síðan blakaðir út, sigur Martin Strøm. Og hann leggur dýran við, at tað kemur eingin aftur.

»Um teir billa sær inn, at nakar maður kemur aftur til hetta lorta landið, so skulu teir trúgva um aftur,« sigur Martin Strøm.

Tað er gott nokk við, at Bjørn á Heygum vísir á, at føroyingar fyrr hava verið uttanlands og arbeitt, sigur hann.

»Tá fóru teir til Ísland og Grønlands, og familjan varð eftir. Seinni komu menninir so aftur.

Men nú fara teir við allari familjuni. Og har kemur eingin aftur.«

Tað skulu nakað nógv meira enn 15% í skattalætta til ávísan samfelagsbólk til, áðrenn fólk, sum eru rikin frá húsi og heimi, koma aftur, heldur hann.

Ætlanini við øllum hesum glantrileikinum við skattalógum og inntøkutrygd, er tað bera skálkaskjól, sigur hann.

Einasta, tað gongur út upp á hjá hasum selskapinum, er at forkoma útróðrinum, sigur Martin Strøm.

»Og hasar skattalógirnar kunnu teir stinga eitt ávíst stað.«

Hann sigur, at útróðrarmenn betakka seg fyri at verða verðandi her. Her er gjørt so tvørligt og ómøguligt at vera, at menn nokk skulu stinga av sjálvbodnir.