Her verða ukrainskar stórdronur sendar avstað

Nýggjar myndir frá Reuters vísa ukrainskar hermenn senda stórar FP-2 álopssdronur móti russiskum herdeildum. Dronurnar kunnu bera eina sera tunga spreingiløðing.

Myndirnar eru tiknar í Kharkiv-landslutinum í Ukraina sunnudagin og vísa hermenn úr 20. K-2 dronubrigaduni fyrireika og skjóta FP-2 dronur móti russiskum herdeildum.

 

FP-2 er ein sokallað miðallong álopssdróna og er munandi størri enn smáu FPV-dronurnar, sum eru vorðnar eitt eyðkent vápn í krígnum í Ukraina.

 

Nýggjasta útgávan av FP-2 kann sambært framleiðaranum bera upp í 200 kilo av spreingievni og flúgva umleið 370 kilometrar. Við lættari spreingiløðing kann hon røkka nógv longri.

 

Dronur hava fingið ein alsamt størri leiklut í krígnum. Ukraina brúkar bæði smáar dronur nær hermótinum og størri álopssdronur til mál langt aftan fyri russisku hermótini.

 

Sunnunáttina varð Moskva-landsluturin raktur av einum av størstu ukrainsku dronuálopunum higartil. Sambært russiskum myndugleikum doyði eitt fólk í álopinum.

 

Reuters-myndirnar úr Kharkiv vísa, hvussu FP-2 dronan verður sett á eina skjótiútgerð á jørðini. Ein rakett gevur henni ferð fyrstu løtuna, áðrenn dronan heldur fram við egnum motori.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##