Í donskum sjónvarpi, eftir at úrslitið av bankanningini var alment fríggjakvøldið, váttaði Mogens Lykketoft, at Marita Petersen hevði borið seg rætt at , tá hon setti atfinningarsamar spurningar til leiðsluna í Den Danske Bank, undan bankayvirtøkuni.
Og Poul Nyrup Rasmussen segði seg vera ógvuliga harman um, at Den Danske Bank hevði borið beinleiðis skeivar pplýsingar, tá Marita Petersen, ógvuliga relevant vildi vita, hvussu fíggjarstøðan hjá Føroya Banka var.
Báðir váttaðu, at Peter Straarup, bankastjóri, hevði sagt, at bankanum tørvaði ikki pening fyribils.
Tað var annars ein heldur spakur fíggjarmálaráðharri, sum mestsum bað Maritu Petersen um umbering í sjónvarpinum.
Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, segði, at hann hevði ikki trýst føroyingar til at keypa bankan, um hann visti, hvussu vánalig støðan var.
Eisini Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, váttaði í sjónvarpinum fríggjakvøldið, at trýst varð lagt á Maritu Petersen og Føroya Landsstýrið. Og hann helt, at tað var grund hjá føroyingum at óttast partar av gongdini.
Poul Nyrup Rasmussen legði dent á, at tað var eingin samsvørjing millum stjórnina og Den Danske Bank. Men hann segði, at tað vóru serfrøðingarnir hjá stjórnini, sum høvdu svikið.
Eisini onnur, sum hava verið frammi í sjónvarpinum eftir, at úrslitið av kanningini varð greitt, hava okkurt at finnast at gongdini. Alt eftir, hvønn part tey hoyra til.
Peter Straarup, stjóri í Den Danske Bank, helt ikki, at bankin hevði gjørt nakað sum helst skeivt í at fáa sínar pengar heim.
Men hann váttaði, at báðir teir froysku bankarnir, Føroya Banki og Sjóvinnubankin vístu seg at vera líka vánaligar. Eftir samanleggingina.
Bankin hevur einki at angra, segði Peter Straarup. Hann upplýsti, at nú verður lisið av kraft í bankanum, og at tað kemur ein pressufráboðan mánadagin.