Heri Norðberg stjóri í Bú- og Heimatænastuni

Heri Norðberg er 36 ára gamal búsitandi í Hvalba, og útbúgvin skipsførarari við eftirútbúgving sum auditør.

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni, hevur sett Hera Norðberg sum stjóra fyri Bú- og Heimatænastuna.

 

Hetta veit Suðurras at siga.

 

Heri Norðberg er 36 ára gamal búsitandi í Hvalba, og útbúgvin skipsførarari við eftirútbúgving sum auditør.

Síðani 2015 hevur hann starvast innan almenna fyrisiting, við millum annað trygdarsamskipan og verkætlanarleiðslu.

 

Bú- og Heimatænastan telur umleið 150 starvsfólk og eru tað tilsamans 69 búpláss.

 

Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.

 

Heri Norðberg tekur við stjórastarvinum eftir Hanus Toftheyggj, og hann byrjar í starvinum 1. september, skrivar www.sudurras.fo