Tá lásagølan var fyri sýntist alt sum ein stórur ruðuleiki. Pástandur var ímóti pástandi, og øll fingu greiðu á, at antin Høgni Hoydal, fyrrverandi uttanríkisráðharri, ella Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, leyg í málinum. Úrslitið varð samgonguslit.
Kári P. Højgaard vildi koma til botns í hesi skommini, sum hann kallar málið og royndi at finna undirskriftir til ein kanningarstjóra. Nú hevur Kári P. Højgaard givið skarvin yvir, tí hann ikki megnaði at finna fjúrtandu undirskriftina, sum skuldi til.
Høgni Hoydal vil framvegis reinsast. Tað segði hann í gjár. Men tá undirtøka ikki er fyri nøkrum kanningarstjóra, so er rættarskipanin einasti møguleiki.
Her hevur hann tó ongan møguleika, sambært Bjørn á Heygum.
- Annar av pørtunum lýgur, men tað er pástandur ímóti pástandi og krónuvitnið, Herluf Sigvaldson, hevur ikki vilja úttala seg. So eg dugi ikki at síggja, at Høgni Hoydal hevur nakran serligan møguleika at fara ígjøgnum rættarskipanina at verða reinsaður, sigur Bjørn á Heygum. Hann leggur tó afturat, at megnar Høgni Hoydal, sum framvegis kennir seg órættaðan, at finna veruliga dokumentatión, eitt hondfast prógv ella fær Herluf Sigvalson at vitna, so er tað ein heilt onnur sak.
Bjørn á Heygum vísir somuleiðis á, at hann ivast, um málið nakrantíð verður uppklárað.
Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá Herlufi Sigvaldson, men hetta bar ikki til, áðrenn blaðið fór til prentingar.