Dømdur fyri at hava latið russum upplýsingar

Maðurin hevur áður starvast í innkeypstænastuni hjá týsku verjuni, og tað eru upplýsingar haðani, sum hann skal hava latið russum.

Ein fyrrverandi týskur hermaður er dømdur fyri at hava latið Russlandi hernaðarligar upplýsingar.

 

Dómurin, sum er sagdur í rættinum í Düsseldorf, gevur fyrrverandi hermanninum eina fongsulsrevsing á hálvt fjórða ár.

 

Tíðindastovan AFP veit at siga, at hermaðurin er dømdur fyri at hava latið russum hernaðarligar upplýsingar.

 

Maðurin hevur áður starvast í innkeypstænastuni hjá týsku verjuni, og tað eru upplýsingar haðani, sum hann skal hava latið russum.

 

Í Týsklandi verður sagt, at rættarmálið í Düsseldorf kemur í kjalarvørrinum av russisku krígsførsluni í Ukraina.