Herverk í Havn: Fótbóltsfjepparar hava meiggjað allan býin til við grafitti

Fjepparar hjá Hajduk Split seta sín dám á miðbýin í Havn í dag.

Tað merkist í miðbýnum í Havn, at kroatiska fótbóltsliðið Hajduk Split er komið til býin. Teir skulu spæla ímóti HB klokkan 20 í kvøld, og longu í gjárkvøldið vóru fjepparar teirra provokerandi á skeinkistøðum, fortaldi løgreglan í morgun.

 

Í dag síggja vit so, at fleiri veggir í miðbýnum eru meiggjaðir til við spraymáling. Fótbóltsfjeppararnir hava málað - ella skrivað - navnið á liðnum, og so er eisini ein hakakrossur, sum er merkið hjá nasistunum.

 

Herverkið er, sum vit higartil hava sæð, serliga í økinum millum Glitnir og Sirkus. Okkurt smávegis veggjakrutl er uttan fyri Number 1 pizza, og so er eisini okkurt sprayað á veggin á Reinsarínum.

 

LES EISINI: Ustaša og Torcida Split: kroatisk søga og fótbóltssøga

 

Dysturin í kvøld er ein sokallaður "high-risk" dystur, og hjá politinum eru tey klár til, at fjepparar kanska fara at gera um seg í kvøld. 

 

Fjeppararnir hjá Hajduk Split eru tiltiknir fyri at vera villir og provokerandi.

 

LES EISINI: 300 kroatiskir fótbóltsfjepparar í Føroyum: Summir eru provokerandi

 

Sí myndirnar frá herverkinum her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##