Hervør og Maria fyrstu ferð á landsliðnum

Kvinnulandsliðið: Fyrsti dysturin í Baltic Cup verður klokkan 14

Maria á Lakjuni, sum her sæst saman við liðfelaganum í Víkingi Jensu Tórolvsdóttir, fer í dag at spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð

Í dag klokkan 14 fer føroyska kvinnulandsliðið at royna seg í fyrsta dystinum í Baltic Cup, sum næstu dagarnar verður í Litava.

 

Nýggi føroyski venjarin, Lene Terp, hevur sett liðið. Tveir spælarar vera í dag á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Talan er um verjuspælaran Mariu á Lakjuni úr Víkingi og um Hervør Olsen úr KÍ, sum er álopsspælari og toppskjútti í landskappingini.

 

FSF skrivar soleiðis:

 

Klokkan 14.00 í dag bresta Føroyar og Estland saman í hálvfinalu í Baltic Cup. Dysturin verður spældur á Alytus Stadium í Litava, og byrjunaruppstillingin til dystin er klár.

 

Óluva Joensen verjir føroyska málið, og í verjuni vera Ásla Johannesen, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan og Maria á Lakjuni, sum í dag spælir sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið.

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen manna føroyska miðvøllin, og á kantunum vera tað Lea Símunardóttir Lisberg í vinstru og Julia Naomi Mortensen í høgru. Hin debutanturin er Hervør Hansdóttir Olsen, sum byrjar í álopinum.

 

Á føroyska bonkinum sita Anna Sunadóttir Hansen, Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr, Emma Hansdóttir og Julia Helena Dal Henriksen.

 

Dysturin móti Estlandi byrjar kl.14 føroyska tíð, og hann kann stroymast á youtube rásini hjá litaviska fótbóltssambandinum.

 

Maria á Lakjuni, sum her sæst saman við liðfelaganum í Víkingi Jensu Tórolvsdóttir, fer í dag at spæla á landsliðnum fyri fyrstu ferð