Rógvi Joensen umhugsar støðuna í TB, eftir at tað gjørdist greitt, at felagið er flutt niður í næstbestu deildina í føroyskum fótbólti. TB hevur gjørt greitt, at felagið ynskir at halda fast í stríðsmanninum á miðvøllinum, men upp til fleiri feløg í bestu deildini hava víst honum áhuga.
Millum teirra eru B36 og EB/Streymur. B36 hevur mist fleiri spælarar á miðvøllinum. Súni Olsen er farin til Víking og Evrard Ble er farin til B68. Tí er brúk fyri styrki á miðvøllinum. Keldur hjá in.fo siga, at Rógvi hevur verið í samráðingum við B36.
Eisini EB/Streymur arbeiðir við at finna styrk á miðvøllin. Tað tykist fyri vist, at Pætur Dam Jacobsen skiftir til Skála, umframt at Levi Hanssen hevur skift til HB. Inn er komin Pól Jóhannus Justinussen frá NSÍ, men sum skilst, so er eisini áhugi fyri Rógva í sundalagnum.
Trý onnur feløg, sum kundu verið áhugaði í Rógva eru NSÍ og møguliga Víkingur og ÍF. Víkingur um teir missa Jann Inga Petersen aftur til B68, og ÍF um teir missa Boga Reinert Petersen, sum ikki hevur sáttmála fyri komandi ár. NSÍ hevur mist Karl Løkin til ÍF og Pól Jóhannus Justinussen til EB/Streym.
Sjálvur hevur Rógvi Joensen ongar viðmerkingar til søgurnar, men sigur við In.fo, at hann tekur eina endaliga avgerð skjótt.