Hesin skal avloysa Lawal

B36 hevur sett navn á mannin, sum skal avloysa Adeshina Lawal í álopinum

Tað kom óvart á tey flestu, tá B36 framherjin seinastu tvey árini, Adeshina Lawal, brádliga skifti til ÍF, meðan B36 var gott á veg at blíva FM vinnari. Keldir hjá in.fo siga, at B36 hevur setta á mannin, sum skal avloysa hann í álopinium til komandi kappingarár.

 

Talan er um Ibrahima Camra, sum fyrr hevur spælt fyri B68 og eitt skifti fyri 07 Vestur. 23 ára gamli framherjin úr Senegal kom til landið í 2010. Hann spældi fyrst í trý ár fyri B68, áðrenn hann í 2013 skifti til 07 Vestur.

 

Í fjør vóru aftur boð eftir honum á Toftum, men tað ilt við at fáa spælaraloyvið uppá pláss. Tað eydnaðist ikki fyrr enn í 20. umfari. Tí bleiv tað bara til átta dystir og trý mál fyri framherjan.

 

Í B36 hevur ljóðað, at tað kemur ikki upp á tal at flyta Lukasz Cieslewicz fram í álopið. Sámal Erik Hentze bólkar póllendingin sum miðvallara og tað broytist ikki til komandi kappingarár. Lukasz Cieslewicz bleiv í gjár valdur til ársins miðvallara og ársins spælara í føroyskum fótbólti anno 2014.

 

Tað er óvist um B36 hevur eyguni eftir nøkrum øðrum spælara enn Ibrahima Camara. Spælarar sum Páll Klettskarð(KÍ), Klæmint A. Olsen(NSÍ), Arnbjørn Hansen(HB), Finnur Justinussen(Víkingur) og Clayton Soares(ÍF) hava allir sáttmála í sínum feløgum fyri 2014. Jóan Símun Edmundsson er fyribils sáttmálaleysur, men har ljóðar at útlandið verður raðfest hægst og síðani HB, har hann spædi í seinnu hálvu av 2014.

 

B36 hevur fingið tilgongd av Hans Paula Samuelsen úr EB/Streymi. Enn er ógritt um Klæmint Matras tekur enn eitt tørn, men  har ljóðar, at felagið velur ein loysn úr felagnum um stríðsmaðurin ikki heldur fram. Eitt boð kundi verið at Hanus Thorleifsson bleiv fluttur frá vonginum inn á miðvøllin.