Hesir byrja inni hjá B36

Nú er greitt hvørjir 11 byrja inni hjá B36 ímóti OFK Titograd í kvøld.

Kl.19.30 í kvøld spælir B36 seinna dystin ímóti OFK Titograd úr Montenegro í fyrsta umfari í Europa League. Fyrri dysturin heima í Føroyum endaði við 0-0-javnleiki.


Jákup á Borg, B36-venjari, hevur sett liðið. Teir 11, sum byrja inni hjá B36, eru hesir:


Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag