Hetland stríðist við somu avbjóðingar sum Føroyar

Í einum hetlendskum skúla ganga bara fýra næmingar, meðan seks fólk arbeiða har.

Samstundis gerast bústaðirnir dýrari, ferðin til meginlandið kostnaðarmikil, og alsamt fleiri ung ivast í, um tey kunnu byggja sær eina framtíð í oyggjunum.

 

Hetland og Føroyar hava nógv í felag. Bæði oyggjasamfeløgini stríðast við fólkafráflyting, smáar bygdir, dýrar samferðsluloysnir og spurningin um, hvussu ung skulu hava ráð at búgva í heimlandinum.

 

Men gongdin er ikki tann sama allastaðni. Meðan fólkatalið í Føroyum er vaksið nógv, hevur Hetland staðið í stað ella mist fólk. Hetlendska oyggjarráðið roynir nú at finna út av, hvussu gongdin kann vendast.

 

Samstundis verður kannað, hvussu ferðamannaskip ávirka lokalsamfeløgini. Tey leggja pening eftir seg, men kunnu eisini leggja stórt trýst á smáar havnir og bygdir.

 

Í Sosialinum hava vit savnað tríggjar søgur um eitt oyggjasamfelag, sum á mangan hátt minnir um okkara – men sum á nøkrum økjum stendur í einari uppaftur truplari støðu.

 

Les temaopnuna um Hetland í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##