Tað gekk akkurát hjá HB, sum er á veg úr Hólmanum á Eiði við 1-0 sigri.
Mikkel Dahl skoraði málið í 11. minutti. HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og tað vóru fleir møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.
-Dysturin myndaðist soleiðis, sum vit ikki vildu hava, at hann skuldi myndast. Tá ið leiðslan er so tepur, so kann alt henda, og tá kennist tað strongd yvir tí, og so verður tað ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað, altso at spæla ímillum okkum og fáa teir at renna, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson.
Tá ið tað restaði ein hálvur tími, var Ronni Møller-Iversen settur inn, og smáar tíggju minuttir undan leikloki varð Arnbjørn Hansen settur inn.
-HB hevði bóltin væl meiri enn vit, og ivaleyst siga teir, at tað vóru teir, sum stýrdu spælinum. Sæð frá okkara sjónarmiði gekk tað fyri seg soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Vit høvdu einki ímóti at støðan var, sum hon var, inntil bara ein løta var eftir. Tá høvdu vit risa møguleika at javna, men ta støðuna greiddu vit ikki væl, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.
EB/Streymur – HB 0-1 (0-1)
0-1: Mikkel Dahl
Dómari: Alex Troleis
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar B. Danielsen (Arnbjørn Hansen, 82.), Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ári Arge – Heðin Klakstein, Arnar Dam (Hjalti K. Djurhuus, 54.), Elias Moustage, Símun Sólheim (Ronnie Møller-Iversen, 61.) – Niklas Kruse
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður Askham, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Heðin Hansen (René Shaki Joensen, 71.), Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Dan í Soylu, 90.) – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Pætur J. Petersen (Áki D. Samuelsen, 79.)










