Yvir 1.000 doyðu í vatnflóð í Indonesia

Talið av deyðum er komið upp á yvir 1.000, eftir at ógvuslig vatnflóð og skriðulop í Indonesia hava rakt landnyrðingsoynna Sumatra hart.

Ein maður stendur oman á leivdunum av húsum sínum í eini bygd í Aceh Tamiang í norðara parti av Sumatra 11. desember.


Tað var seinast í november, at nógv regn elvdi til sera umfatandi vatnflóð í Suður- og Landsynningsasia.

Síðani tá er talið av deyðum vaksið.

218 fólk eru framvegis fráboðað saknað, og tí væntast talið av deyðum at hækka enn meira. Sambært vanlukkumyndugleikunum hava eisini 5.400 fingið skaða.

Meira enn ein millión íbúgvar á Sumatra búgva í fyribils skjóli orsakað av vanlukkuni, og atfinningar eru millum fólkið um ferðina á hjálpararbeiðinum.

Landsins stjórn hevur higartil noktað at biðja um altjóða hjálp.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Ein maður stendur oman á leivdunum av húsum sínum í eini bygd í Aceh Tamiang í norðara parti av Sumatra 11. desember.