Hetta er ein harmilig støða

Tey vilja bara fornokta veruleikan, vit liva í, heldur løgmaður

Vit hava nakrar reglur har halda okkum til og eg føli onga trongd til at seta meg upp ímóti heimastýrislógina.  Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú Løgtingið hevur samtykt at avmarka møguleikan hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.

 

Men í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt, at danskarar og grønlenlendingar hava sama rætt at keypa hús og jørð í Føroyum, sum føroyingar hava. Samgongan sigur, at eftir heimastýrislógini er tað ólógligt at gera mun borgarum í ríkisfelagsskapinum.

 

Les meiri her: Nú kunnu seks milliónir fólk keypa hús og jørð í Føroyum

 

Hetta eru tey í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, púra ósamd í, tey halda, at hetta kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar. Tey halda nevniliga, at nú hevur Løgtingið samtykt, at tað ber ongantíð til at gera mun á føroyingum, danskarum og grønlendingar í Føroyum.

 

Tey siga, at nú hevur Løgtingið staðfest, hvussu heimastýrislógin skal tulkast og so fangar borðið. Nú hevur Løgtingið bundið seg niður og hevur staðfest, at danskarar í Danmark og grønlendingar í Grønlandi hava sama rætt í Føroyum sum føroyingar í Føroyum.  

 

Les meiri her: Hetta kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar

 

Bárður á Steig heldur, at støðan hjá andstøðuni er harmilig. Endamálið er at skriva Ríkið burtur og hetta er tað sama sum at fornokta, at vit eru ein partur av einum ríki, heldur hann. Sjálvur hevur hann onga trongd til at seta seg upp ímóti heimastýrislógina.

 

Verður uppskotið hjá andstøðuni samtykt, avmarkar tað møguleikarnar at fáa fígging til bústaðarbygging rættiliga nógv. Avleingin er nevniliga, at eingin uttan fyri Føroyar kann byggja bústaðir í Føroyum, akkurát sum útlendingar nú fíggja 150 bústaðir í Runavík. Og løgmaður heldur, at tað er ov víðgongt. Er tað nakað, tað er brúk fyri í Føroyum, eru tað bústaðir, leggur hann afturat.