Nú kunnu seks milliónir fólk keypa hús og jørð í Føroyum

Løgtingslimir halda, at tað er frægari enn at øll verðin kann ogna sær ein part av Føroyum

Nú hevur Løgtingið samtykt at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum. Men tað skal samtykkjast eina ferð afturat týsdagin, áðrenn tað er endaliga avgreitt. Endamálið við uppskotinum er at forða fyri, at útlendingar legga hús og jørð inn undir seg í Føroyum.

 

Øll í Løgtinginum taka undir við, at reglur skulu gerast fyri, hvør kann útvega sær fasta ogn í Føroyum. Men undir viðgerðini gjørdi samgongan av at broyta ætlanina og tað elvdi til stóra mótstøðu í Løgtinginum.

 

Samgongan gjørdi nevniliga av, at danir og grønlendingar skulu hava sama rætt at keypa fasta ogn í Føroyum. Niðurstøðan hjá samgonguni, við Christiani Andreasen, advokati á odda, er at tað er í stríð við heimastýrislógina at gera mun á borgarum í ríkisfelagsskapinum. Og hann heldur ikki, at Løgtingið kann samtykkja eina lóg, sum er í stríð við heimastýrislógina.

 

Tinglimir í samgonguni halda eisini, at tá ið føroyingar kunnu keypa hús í Danmark, mugu danir hava sama rætt her.

 

Løgtingslimir siga, at áðrenn hendan lógin kemur í gildið, kunnu fólk úr allari verðini, púra ótarnað, keypa sær hús og jørð í Føroyum.

 

Nú eru tað »bara« tær seks milliónirnar í ríkisfelagsskapinum, sum kunnu tað og tað halda tey, er ein stór avmarking, hóast alt.

 

Í Framsókn hevur tað smakkað teimum illa at seta slíkar avmarkingar í gildið, tí tey ivast í um tað er rætt at skerja frælsi á hesum øki og tey halda heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki.

 

Men Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn gjørdi greitt, at skal tað standa danskarum og grønlendingum frítt fyri at keypa hús ella jørð í Føroyum, er tað púra meiningsleyst at samtykkja eina lóg um at avmarka útlendingum á hesum øki.  

 

Sostatt atkvøddu Javaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ímóti uppskotinum, men samgongan atkvøddi fyri tí.

 

Tá ið málið er endaliga avgreitt týsdagin, er treytin fyri at keypa jørð og hús í Føroyum:

 

– at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum, ella

 

– at viðkomandi áður hevur búð í Føroyum í tilsamans fimm ár í sínum lívi, ella

 

– at viðkomandi hevur búð í øðrum pørti í ríkinum í tilsamans fimm ár í sínum lívi og hevur danskan ríkisborgaraskap.

 

Feløg, sum keypa fasta ogn í Føroyum, skulu hava høvuðsæti í Føroyum.

 

Løgtingsfólk í andstøðuni eru grundleggjandi ósamd við samgonguni, og tey halda enntá, at hendan samtyktin kann fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri okkum í framtíðini. Eisini Aksel V. Johannesen, sum somuleiðis er løgfrøðingur, er grundleggjandi ósamdur við tulkingini hjá hinum løgfrøðinginum í Løgtinginum, Christiani Andreasen. Meiri um tað seinni