- Hetta er ein heilt onnur tíð

- Hóast torført er at fylgja við øllum í dag, nú alt gongur so skjótt, er tað hugaligt at síggja, at tað eru fólk, sum vilja royna  eisini í hesum nýggju tíðum, sigur Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari og løgtingsmaður

Prát

Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari og løgtingsmaður, er pápi Anfinn Olsen, sum saman við konu síni, Elisabeth Eldevig Olsen, nú varða av heili átta skipum í føroyska fiskiskipaflotanum.
Jógvan var kendur sum skipari, og mongu árini á tingi gjørdu hann eisini kendan í politikki, har hann eitt skifti eisini var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Pápi Elisabeth er heldur ikki hvør sum helst. Ditleif Eldevig var í fleiri ár stjóri á Fiskamarknaði Føroya og var við til at byggja upp eina føroyska uppboðssøluskipan. Hann hevur eisini verið við í øðrum vinnulívi og var eitt nú stjóri á Havsbrún í fleiri ár, har hann var við til at leggja lunnar undir felagið.
Mammurnar hjá Elisabeth og Anfinni, Rosa og Hildibjørg, eru ikki umrøddar í hesum umfari, men fyri tann skuld eru tær ikki gloymdar.

Ein nýggj tíð
Jógvan I. Olsen sigur, at nú hann ikki longur er við í vinnulívi, men stendur á síðulinjuni og fylgir gongdini, fegnast hann um, at tað eru fólk, sum vilja og tora at taka tøk  eisini stór tøk, sum tað er at gera so stórar íløgur í vinnulív.
Sjálvur eigur Jógvan enn ein minni part í línuskipinum, Mascot, men er annars leysur av øllum vinnulívi.
- Jú, tað er so vist, at váði er í slíkum íløgum, men vit vóna øll, at hetta eru góðar íløgur, sum verða til gagns fyri felagið, ið eigur íløgurnar, fiskimenn og samfelagið sum heild.
Jógvan veit ikki, hvat tað hevur kostað P/F Framherja at keypa Krúnborg og tey rættindi, skipið hevur, men hann ivast onga løtu í, at talan er um eina rættiliga stóra íløgu, sum sonurin og verdóttirin saman við íslendingum hava gjørt.
- Vit, sum eru úr einum øðrum ættarliði, duga ikki rættiliga at ímynda okkum, hvussu so stórar íløgur skulu fáast at hanga saman. Men her er ivaleyst talan um framtíðaríløgu, har nógv verður goldið fyri tey veiðirættindi, sum skipið hevur.
Jógvan vísir á, at soleiðis, sum gongdin við uppsjóvarfiski er í løtuni, bendir mangt á, at hesin fiskur veksur í virði  við teimum møguleikum, sum í dag vísa seg at vera við meirvirking umborð.
- Við meirvirking kann meira fáast burtur úr hvørjum tonsi, og hetta merkir so aftur, at kvoturnar gerast meira verdar, sigur hann.
Jógvan I. Olsen ásannar tó, at hetta er ein heilt onnur tíð, har torført er hjá honum og øðrum, sum áður hava fingist við skiparakstur, at fylgja við.
- Vit síggja jú, at fólk glaðbeint seta pening í oljufeløg, sum geva undirskot. Hetta er nakað, sum vit, ið hoyra til eitt annað ættarlið, ikki rættiliga duga at skilja.

Nýggj tøkni
Hann vísir eisini á tøknina, sum í hasara tíð var ein býur í Kina, sum hann tekur til.
- Vit, sum eru komin upp í árini, eru analfabetar, tá ið ræður um tøkni. Eg vil siga, at vit soleiðis eru sett uttanfyri, sum Jógvan I. Olsen málber seg.
Fyrrverandi skiparin og løgtingsmaðurin leggur dent á, at tað, sum ikki gongur frameftir, stagnerar  og at enda gongur aftur á.
- Tíðin gongur sína leið, og inflatión er í tíðini. Hinvegin kann vera rætt við hvørt at stabilisera seg, sum Jógvan I. Olsen tekur til.
Hann vísir á, at teir gomlu skipararnir luktaðu, hugdu og hoyrdu, og soleiðis fingu teir eitt serstak innlit í náttúruna.
- Í dag finnir nýggja ættarliðið út av øllum hesum við tøkni, sigur Jógvan I. Olsen.