– Eg eri ómetaliga hørm um, at hetta er sett soleiðis upp, tí tað gevur eina púra skeiva mynd av málinum.
Tað sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar býráð.
Í áðni skrivaðu vit, at Tórshavnar Býráð ætlar at brúka 250.000 krónur upp á at seta trý fólk til Keypmannahavnar á eina ráðstevnu, sum varar í ein dag.
Les meiri um tað HER
– Soleiðis sum umsitingin hjá býráðnum hevur sett málið upp, ljóðar tað rættiliga ógvusligt og eg skilji væl at fólk stúrsa við, sigur Turið Horn.
Men hon sigur, at soleiðis, sum tað er sett upp gevur tað eina púra skeiva mynd av veruleikanum, tí talan er als ikki um at brúka so nógvan pening upp á hetta tiltakið.
Hon vísir á, at býráðið í Havn leggur stóran dent á umhvørvispolitikk. Tað gjørdi undanfarna býráð eisini, og í tí sambandi samtykti undanfarna býráð ein umhvørvispolitikk, tey nevndu Grøna Leiðin.
– Sjálv Ráðstevnan í Keypmannahavn kostar 40.000 krónur, og eg haldi, at hetta er ein ráðstevna ið vit, sum Føroya høvuðstaður, eiga at vera við á, sigur hon.
Hon sigur, at á ráðstevnuni er endamálið at knýta samstørv á umhvørvisøkinum, og at fáa hugskot um kveikjandi tiltøk, sum koma borgarunum í Tórshavnar Kommunu til góðar á umhvørvisøkinum.
Men annars er ætlanin at tað mesta av pengunum skulu brúkast til endamál, sum í roynd og veru onki hava við sjálva ráðstevnuna at gera og tí er tað rættiliga misvísandi sett upp, tá ið málslýsingin sigur, at tað er ráðstevnan sum kostar upp til 250.000 krónur.
Annars er 250.000 krónur ásett sum eitt loft, men Turið Horn væntar, at tað fer nógv at leypa av. Men ætlanin er at brúka ein part av pengunum til ein film um um Tórshavnar Kommunu og umhvørvispolitikkin hjá býráðnum. Hann skal vísast á ráðstevnuni, men ætlanin hevur verið at gera hann undir øllum umstøðum.
Annars er ætlanin at brúka pening upp á at endurnýggja sumt av tí tilfari, býráðið hevur á umhvørvisøkinum, eitt nú faldarar, og annað. Men eisini tað var ætlanin at gera undir øllum umstøðum.
Og somuleiðis er ætlanin at brúka ein part av pengunum upp á ymisk átøk til frama fyri umhvørvið í Tórshavnar Kommunu. Tað kann vera eitt átak fyri at fáa fólk at skilja ruskið betur, ella tað kann vera at átak fyri at fáa fleiri fólk at súkkla, og brúka Bussleiðina, heldur enn at koyra bil.
– Sostatt er ætlanin ikki at brúka pengarnar upp á eina ráðstevnu í Keypmannahavn, men at brúka teir upp á tiltøk, sum ítøkiliga koma borgarunum í Tórshavnar kommunu til góðar á umhvørvisøkinum, sigur Turið Horn.
– Tí eri eg hørm um, at málið hevur fingið eina vend, sum als ikki er í samsvar við veruleikan, og tær ætlanir, vit hava, leggur hon afturat.
Hinvegin sigur hon, at av tí at býráðslimir hava kravt málið fyri býráðið, hava tey ikki fingið arbeitt meiri nágreiniliga við málinum í seinastuni.
Umframt Tórshavnar Býráð, eru eisini Landsstýrið, Sev og Atlantsflog við á ráðstevnuni.