##med2##
– Hetta er ógvuliga stórt spell fyri Fólkaflokkin. Tað heldur Bjarni Djurholm, sum hevur verið bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri – nettupp Fólkaflokkin.
Tað, hann harmast um, er, at Fólkaflokkurin ikki vil geva Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum, fulla heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Samgongan vil geva Jenis av Rana heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi - men ikki á økjum, har tað ordiliga svíður. Tað merkir, at Jenis av Rana sleppur ikki at seta tiltøk í verk, sum raka føroyskan útflutning til Russlands, ella sum raka fiskiveiðisamstarvið við Russland.
Skal nakað henda á tí økinum, skal Løgtingið samtykkja tað í eini serstakari lóg
Bjarni Djurholm sigur, at hetta sáar iva um, antin Fólkaflokkurin stendur saman við vesturheinum, og tað var ikki gamalt í Fólkaflokkinum, at nakar sum helst ivi var um tað.
Les eisini: VIlja tryggja sær at Jenis av Rana ikki sleppur ov langt
Les eisini: Okkara eftirkomarar fara neyvan at vera stoltir av okkum
Les eisini: Føroyar mugu ikki verða holið í múrinum
Hann heldur, at hetta er ein vánaligur boðskapur til umeheimin og hetta er bara til gleði fyri Putin
Vit áttu at gjørt púra greitt, hvar vit standa, men tað gera vit ikki nú, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin og landsstýrismaðurin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bjarna Djurholm greiða frá á FM1