Hetta er stuttligt

Stríðsmaðurin hjá hoyvíkingum tykist njóta nú?ið og góðu støðuna hjá liðnum

Hondbóltsprát

Ein av teimum heilt royndu leikarunum á H71-liðnum er Olaf Vesturgarð. Seinastu nógvu árini hevur hann verið ein av ímyndunum á liðnum, har hann ikki minst við einum ósvikaligum stríðsvilja hevur givið sítt íkast til avrikini.
Fyri tað nógva hava hesi tó ikki verið til nógv meira enn støður í botninum av talvuni. Okkurt árið hevur H71 tó otað seg frameftir, og Olaf dylir ikki fyri, at tað er gott lag í hópinum, nú liðið aftur tykist hava fingið ein upptúr.
- Nú eru sjálvandi bara fýra dystir farnir av árinum, men tað er einki at ivast í, at hetta er ein hugalig støða at vera í. Moralurin á monnunum er í øllum førum í toppi, so hetta er eitt sindur betri, enn tað plagar at vera, heldur hann.
- Ikki minst hava seinastu dystirnir oftanir verið tungir at koma ígjøgnum, tí seinnu árini hevur eingin niðurflyting verið, og tí hevur talan í rættiliga nógvum førum verið um púrasta týdningarleysar dystir, sum vit tá hava leikt. Eitt nú í fjør, tá kappingin fyri okkara viðkomandi var av, longu tá steypafinalan var leikt.

Ivaðist sjálvur
Tað vóru annars greið boð, sum vórðu meldað út, tá Henrik Gerster kom til sum venjari hjá hoyíkingunum í fjør. Innan tvey ár skuldi liðið vera at finna í oddinum av føroyskum hondbólti, men at byrja við mundu mong yppa øksl at hesi útsøgnini.
- Sjálvur haldi eg heldur ikki, at eg trúði so nógv upp á hetta at byrja við, sigur Olaf.
- Men vit fingu kortini nakað burtur úr árinum í fjør, og í ár hava vit so eisini fingið góða tilgongd. Birgir Kass, Piti Negru og Sigtór Andreasen eru komnir til, og ikki minst hevur tað styrkt breiddina í hópinum. Soleiðis fáa einstøku leikararnir munandi meira hvíld ígjøgnum ein dyst. Vit skifta nógv út, og kunnu tí koyra við fullari ferð alla tíðina, og tí hava vit eisini fingið betri nyttur burtur úr stóru verjuni, heldur Olaf.
Sum sagt, so er árið tó enn stutt. Og veteranurin hjá H71 ásannar eisini, at enn eru trøini so ikki vaksin inn í himmalin.
- Nú fáa vit at síggja. Men higartil hevur talan í øllum førum verið um eina óvanda støðu, sum er óluksáliga stuttlig at vera í. Ikki minst, tá mann nú er vorðin so gamal sum eg, sigur tann 39 ára gamli Olaf Vesturgarð at enda.