Í gjár deildi Djóraverndarfelagið hjartaskerandi søguna um heimleysa frensin, Rapp, sum mátti avlívast, hóast hann fekk hjálp í síðstu løtu. Søgan hevur fingið nógvar reaktiónir, og tú kanst lesa søguna í greinini, vit í dag høvdu um Rapp.
Djóraverndarfelagið vísir á, at søgan um Rapp er veruleikin fyri nógvar kettur, sum ganga runt í Føroyum. Tey eftirlýsa ein betri skipaðan kettupolitikk í kommununum.
Kommunurnar gera ikki nógv við tað
Í Havn hevur mann eina kettulóg, sum sigur, at kettur ikki hava loyvi at ganga leysar. Eru tær ikki kippmerktar, so verða tær avlívaðar.
Djóraverndarfelagið sær tað sum eina sjálvfylgju, at har átti at verið betur lóggivið á hesum økinum í øllum kommunum og ikki bara í Havn.
- Kommunurnar skuldu tikið betri hond um viltgangandi kettur, fyri at fyribyrgja at sjúku og neyðarsligu ketturnar formera seg. Tað skuldi verðið skipað uppá ein betur máta, sigur Tordis Holm, og vísir á, at í Nólsoy hevur mann ikki loyvi at hava meir enn eina kettu gangandi úti.
Djóraverndarfelagið sær serliga nógv til villar kettur á bygd, har tær ofta savna seg saman í tóm hús ella nærindis flakavirkjum, har tær kunnu fáa sær ein bita.
- Í summum bygdum er tað heilt ekstremt. Villu ketturnar liva eitt forferdiligt lív. Tær eru sjúkar, og tær kunnu smitta spakar kettur, sigur Tordis Holm, forkvinna í Djóraverndarfelagnum.
Fólk blaka sína kettu á dyr
Djóraverndarfelagið hevur illgruna um, at tað eru fleiri fólk, sum ikki vilja hava sína kettu heim aftur, tá tær eru horvnar.
- Tað eru fólk, sum missa áhugan fyri sínum kettum, tá tær blíva vaksnar, og tá ketturnar hvørva, leita tey ikki eftir teimum. So villist kettan, og tað endar við, at hon verður vill, sigur Tordis Holm.
Ein onnur orsøk til, at so nógvar villar kettur eru í Føroyum, er, at fólk ikki boða frá, tá tey síggja ketturnar. Joan Jacobsen, nevndarlimur í Djóraverndarfelagnum, heldur, at fólk eru blivin ov von við at síggja villar kettur.
- Fólk eru blind fyri tí. Mann er for vanur til at síggja hetta. Ein tekstur á Facebook skerir meira í fólk, enn tá mann sær ketturnar ganga úti á gøtuni, sigur Joan Jacobsen og sipar til søguna um Rapp.
Rapp er ikki eitt eindømi
Joan Jacobsen var til staðar, tá Rapp var tikin inn, og tað var hon, ið skrivaði søguna um Rapp.
- Rapp er ikki eitt eindømi. Hetta er veruleikin fyri óteljandi kettur, sum ganga í Føroyum uttan at eiga nakran góðan. Tað eru alt ov nógvar kettur, sum ganga soleiðis, og tað er so syrgiligt, at fólk lata tær ganga, sigur hon.
Djóraverndarfelagið ynskir at fáa fleiri fólk at boða frá, tá tey síggja villar og illa farnar kettur.
- Vit ynskja, at fólk verða raskari at siga frá, tá tey síggja eina kettu, sum tey hava mistanka um, at eingin eigur, áðrenn tær gerast líka illa fyri sum Rapp, sigur hon.
Hetta skalt tú gera
Tað kann vera ringt at kenna eina heimleysa kettu aftur. Nógvar av villu kettunum kunnu síggja út til at hava tað gott.
- Tað er eitt sindur lumpisligt. Kettur, sum eru blakaðar út av fólki, verða typiskt øgiliga illa fyri. Meðan kettur, sum eru uppvaksnar og hava yvirlivað úti, vanligvís síggja gott út, sigur Joan Jacobsen.
Men blívur mann við at síggja somu kettuna ganga runt og síggja illa út, heitir Djóraverndarfelagið á at ringja til sín, so tey kunnu taka yvir.
- Um mann sær eina sjúka kettu, skal mann royna at ringja til okkum, so finna vit útav tí.
Ketturnar kunnu halta, hava arr og eygnabetendilsi, og pelsurin kann ofta vera langur, keðiligur og klumputur.
Ketturnar skulu merkjast
- Vit viðmæla øllum at gelda og kippmerkja kettuna hjá sær. Um allar kommunurnar settu hetta sum krav, so varð tað so ræðuliga nógv lættari hjá kommununum at kanna eftir, um ein ketta er vill ella ikki, sigur Joan Jacobsen.
Tað er umráðandi at fáa allar ketturnar geldar fyri at fyribyrgja, at fleiri kettur koma í somu støðu.
- Tað ræður um at fáa allar ketturnar geldar, so tær ikki formera seg allatíðina, tí tær formera seg so ræðuliga skjótt, sigur Tordis Holm, forkvinna í Djóraverndarfelagnum.