Hetta fyri at bjarga hjúnabandið!

Bøssabrúdleypið vísir brilliant, hvussu politisk søguskriving gongur fyri seg í dag, og hvussu almenningurin verður tvingaður at akseptera hesa

Bøssabrúdleypið vísir brilliant, hvussu politisk søguskriving gongur fyri seg í dag, og hvussu almenningurin verður tvingaður at akseptera hesa

 

Agga Niclasen: meining(at)meyl.fo

Nú eri eg ikki á Facebook, men hevði eg verið tað, og hevði eg verið samkyndur, og hevði eg ynskt mínar samkyndu vinir at “óvina” meg á fb, tá hevði eg bara skrivað, at eg ikki stuðli bøssabrúdleypinum.

Snøgt sagt, tað skal ikki so nógv til longur... í tráð við, at elitu-samkynd hava mist alt sjálvsálit. Frá “We’re Here, We’re Queer, Get used to it” eru tey endað sum nakrir háarrogantir og smásærir tyrannar. Custers Brigade er substituerað við LGBT Føroyar!

Felagsskapurin krevur komplett lýdni, samkyndur ella ei, og kallar á tey ráðandi um statsaksept at fullinna tað, hann nú einaferð finnur uppá í síni roynd at fáa modernað samkynd at “føla seg betri”. Um ikki, so verður tú eirindaleyst, men delikat, strikaður sum “vinur”.

 

Aldri fyrr havi eg upplivað eitt mál, har rúmið fyri ósemju er tódnað við so rúkandi ferð. Aldri fyrr havi eg verið fyri slíkari ákoyring sum í bardaganum ímóti bøssabrúdleypinum. Ríviliga víðgongd og rímiliga persónlig. Eisini frá teimum, ið eru ella erpa sær av at vera liberal. Puha!

Fyri tað gangi eg ikki frá mínum, tí “samkynt hjúnalag” er sum at fáa sín ginn og tonikk blandaðan við pastasaft: ikki gott, tí tað hoyrir ikki heima har!

Men bøssabrúdleypið vísir brilliant, hvussu politisk søguskriving gongur fyri seg í dag, og hvussu almenningurin verður tvingaður at akseptera hesa. Bøssabrúdleyps-kravið kemur frá samfelagstoppinum niður. Ein kampanja, ið er serliga eliter av lyndi, setur tú hana upp ímóti amerikanska kravinum um borgararættindi í 60unum, har tey stríddust fyri veruligum rættindum.

 

Autoritera lógaruppskotið um broytta hjúnabandslóg kann aldri tæna samkyndum, og tænir ikki einum landi, ið skal eitast at ynskja fjølbroytni. Hetta er mín meining. Eg havi valt at stríðast ímóti eini lógarbroyting, sum fer at gera tað av við “mann og konu” og introdusera “felaga 1 og 2”.

At fólk muta aftur uttan at lurta eftir djúptøknum grundgevingum ímóti at loyva samkyndum at giftast, er super. At fólk harta meg fyri ditt og datt, enntá pota Jenis av Rana og meg í sama bát—hvat eg nú haldi vera eitt sindur stuttligt, men als ikki misbjóðandi—er duper. Ja, eg floyti á tað.

Og tó, tí eg eri heldur barnsligur av lyndi, og trúgvi uppá hevnd og so framvegis. So tá ið sjálvfeita samkynjuelitan McCarthyistandi roynir at javna øll øðrvísihugsandi við jørðina eins og ein annar ruddingartraktorur við úttalilsum um “javnrættindi” og “diskriminatión”, fyri ikki at tala um landasvik og homofobi, tá skal ein mektigari maður enn eg til ikki at geva aftur við somu skuffu.

Stuttligt, tá hetta alt eru begreb, LGBT og tess bláoygdu riddarir ikki hava begrep fyri. Serliga stuttligt, tá eg veit—av tí eg einaferð var slush við henda so fordømandi ælaboga—at er tað nakað, tey vinstrahallu og bleyt kulturradikal við fleiri body piercingum enn heilakyknum ikki torga, so er tað sjálvi at blíva hildin fyri rukku, karikerað og avdúkað fyri hvat tey eru: ein innihaldsleys mentanarbobla.

 

Mest brúkta hugtakið hjá teimum, ið totalt ótolerant ætla at gera seg inn á hjúnabandið, er nettupp “javnrættindi”. Eitt orð, sum søguliga hevur verið nýtt í samband við framburð, verður nú brúkt at promovera eina tyranniska ‘samanslagsligheit’, ein militantan líkleika. Dittar tú tær at opponera ímóti bøssabrúdleypinum, ella hevur hissini fyrivarni, verður tú plaffaður niður við “tað handlar um javnrættindi”-kúluni.

 

Úrslitið er, at tá ið Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen leggja fram uppskot um at broyta hjúnabandslógina, so at tvey av sama kyni sleppa at spleysast, fara tey at rættvísgera tað við at “løgtingið eigur at virða menniskju javnt”. Tað er ein grundleggjandi mannarættur sjálvur at velja sín maka, siga teir tríggir opportunistarnir. (Og eg sum helt, at hetta var nakað, foreldrini fiksaðu saman við sínum avkomi í Sirkus, meðan onnur útvekslaðu jørð fyri ein lekran sjeik til yngsta sonin uttanfyri).

Jú, og opinberiliga skal terapeutstaturin hartil síggja til, at “dreymurin um tað góða lívið blívur til veruleika innan felagsskapin”... eisini hjá samkyndum. Ljóðar rímiliga lýriskt... fyri ein linligan 1. g’ara.

 

Eiler Fagraklett frá LGBT greiðir donskum miðlum frá, at hansara limir ikki hava nøkur “positiv rættindi” í Føroyum. Og nú vit eru við hr. Fagraklett og misfataðum javna og mannarætti, lat meg tá straks vísa aftur hasa romantisku røvarasøguna, at “hjúnabandið byggir á kærleika”. Nei, tað ger tað ikki. Hevur ongantíð gjørt tað. Hjúnabandið byggir ikki á kærleika, men er motivið fyri honum.

Unga Tjóðveldi, í sínum vísdómi, og sum forrestin stavar seg sjálvt við “ð” í endanum í sínum erkleringum til fólkið, tosar somuleiðis um eitt “javnbjóðis Føroyar”, “javnbjóðis rættindi” og “javnrætt” upp í saman uttan eginliga at vita, hvat hetta er fyri ein stødd.

 

Bøssabrúdleypið, tykist sum, er bara um javnrættindi... og so Eilersa love-argument. Tað er vesala grundgevingin. At nokta samkyndum “rættin” at gifta seg, er at nokta teimum javnbjóðis status og rættindi. Og við hesum, at leinkja bøssabrúdleypið til javnrættindi, er kjakið vunnið, diktera træklemmandi forsprákarnir fyri broyttum hjúnabandi.

Nakað sum “rættvísi” og “vindmyllur” er “javnrættindi” ella “javni” eitt av hasum orðunum á tremur við positivari konnotasjón. Mótsett javna er ójavni, ið hinvegin er steinstappaður við negativum konnotasjónum. Og soleiðis sum svart-hvíti individ-politikkurin háttar seg, ert tú antin fyri javna, sum er gott, ella fyri ójavna, sum er ringt.

At loyva tveimum menniskjum av sama kyni at giftast er gott, tí hetta fremur javna, verður trúttað í okkum. At vera ímóti hesum er ringt, tí tað má betýða, at tú heldur tað vera ókey at gera mismun á fólki vegna kynsstøðu. Í stuttum, tú ert homofob.

 

Tó, óteljandi fólk eru ímóti at lata samkynd gifta seg uttan at vera homofobisk ella fordómafull. Nógv teirra stuðlaðu dekriminaliseringini av homoseksualiteti, og síðani hava uppaftur fleiri stuðlað ynskinum hjá homoseksuellum (og heteroseksuellum) um skrásett parlag, harímillum eg; enntá at ættleiða børn.

Men ikki hetta. Ikki “javnstøðu-brúdleyp”. Ikki tí hetta “fer ov langt”, eisini tað floyti eg á, men tí hetta er fundamentalt øðrvísi, og hevur einki við “javnbjóðis rættindi” at gera, serstakliga tá hetta annulerar óivað tí mest týðandi sivil-institutiónina ever—hjúnabandið. Hetta matar ikki bara burturundan hjúnaskapin, men ógildar hann.

 

Og tað er øðrvísi. Fyrr, fyri áratíggjum síðani, vóru samkynd kúgað. Tey vóru systematiskt noktað “javnbjóðis rættindi”. Lógin behandlaði tey ikki bara sum annarleiðis, men inferiør. So hetta var ein tíð, har kravið um javnrættindi faktiskt betýddi nakað; har javnrættindi betýddi at gera enda á kúganini av lesbiskum konufólki og gjeikarum. Javnrættindi tá var framsøkin og frígerandi.

Lesbisk og gjeikarir eru ikki longur kúgað. Orðið “kúgað” er nakað, vit seta í samband við borgarar í Riyadh og Havanna, ikki Tórshavn. “Kúgað” er tí ikki longur eitt relevant orð í mun til ta ímyndaðu viðurmøði, LGBT líður undir, tí kravið um javnrættindi er vunnið. Í dag hevur “javnrættindi” ongan progressivan ella loysandi leiklut at spæla. So ikki fyri samkynd í vesturheiminum.

 

Um nakað, tá farið eftir skrásettum parlagi, vælsignaði!, sum innihaldsliga tekniskt gevur tykkum effinett tað sama sum hjúnabandið, men sum er nakað annað—júst tí tað er eksklusivt fyri mann og konu, og tí rættliga diskriminerar ímóti samkyndum... um so er, at tey ætla at giftast við einum av sama kyni.

Javni var relevant solongi sum ójavni var. Men sum samkynd hava somu rættindi sum øll onnur, royna tey í LGBT og teirra senditíkir í Løgtinginum at umdefinera bæði javnrættindi og hjúnabandið, og tí fokka øll hasi, hetta ávirkar. Sera tolerant.

Heldur enn at berjast ímóti kúgan-lite, verður javnrættindi brúkt til at avbjóða ymiskleika. Ístaðinfyri ymiskleika, søkir javnrættindi líkleika.

 

Vissuliga, hjúnabandið hevur verið fyri broytingum, ein teirra at loyva fólki at uppafturgiftast. Men hetta er ein broyting, ikki umdefinering. Tað er heilt óhoyrt, at løgtingið ætlar sær hetta, so arrogant at tríva inn í eina institutión, ið túsundtals av føroyingum identifisera seg við, og sum enn hevur eitt veldugt aktualitetsvirði.

Samkynd hava altíð verið meiri áhugað í at kritisera hjúnabandið enn fara inn í tað. “Marriage is a Prison, and this Prison needs to be Abolished”, ljóðaði tað. Hjúnabandið, sambært samkyndum, hevði einki at gera við tey. Og herí er essensurin og einasti felagsnevnari fyri institutionella “fongslið”—leveraður av teim sjálvum.

Annars er tað ikki hjúnaband, men nakað útholað, óbrúkiligt og ikki-eksisterandi individualiserað pu.

 

Tað, at kirkjan er “almenn”, merkir ikki, at staturin hervið kann bróta inn í hana. Álvaratos. Hetta er ikki eitt kristið “ting” hjá forvirraðum gudloysingum at brúka sína ALS-periodu uppá at skræða seg um.

Men um vit partú skulu gera tað upp í jarðligar leiklutir, feitt!, tí tá er talan um eina sofistikerða og framúr vælvirkandi samstarvsavtalu, har staturin er ‘a broker of marriage’, sum bretski erkabiskupurin so væl orðaði tað.

Altso, ein meklari (og brúkari) av hjúnabandinum. Men har steðgar hansara moralska heimild, tí enn eitur nakað privatlív, familja og samfelag, tí tað er kirkjan, ið eigur hjúnabandið. Ikki løgtingið.

Og lat meg so sleppa at halda hetta í frið samtíðis sum tit geva hjúnabandinum frið.