Fyri fyrstu ferð í søguni eru fleiri enn 5.400 íbúgvar í Klaksvíkar kommunu. Vøksturin seinasta árið er 1, 7 prosent samanborið við 1,5 prosent fyri alt landið.
- Í tølum merkir tað, at 89 fólk fleiri eru í Klaksvíkar kommunu samanborið við sama tíðarskeið í fjør, vita tey í Klaksvíkar kommunu í dag at siga.
Íbúgvaratalið í sjálvari Klaksvíkini setir eisini met við 5.036 borgarum, men vøksturin á Norðoyri hevur verið serliga stórur.
- Á Norðoyri er fólkatalið nevniliga vaksið við 21 prosentum, sum svarar til 23 fólk, verður lagt aftrat.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um góðu gongdina í íbúgvaratalinum.
- Hetta eru hugalig tøl. Vit merkja ein stóran áhuga at búseta seg í økinum, og vit gleðast um, at vøksturin í Klaksvíkar kommunu liggur oman fyri miðal fyri landið.
Borgarstjórin vísir á, at persónsskatturin fyri november í ár var 8,3 prosent hægri enn fyri november í 2020.
- Hetta ger, at vit síggja ljóst upp á framtíðina fyri kommununa og býin, sigur Karl Johansen.
##med2##