Hetta segði Håkan á tíðindafundinum

Manslandsliðið: Håkan Ericson hevur úttikið landsliðið til Baltic Cup

Håkan Ericson, føroyskur landsliðsvenjari, hevur úttikið landsliðið til teir komandi landsdystirnar í Baltic Cup. Fyrri dysturin verður móti Estlandi 8. juni, meðan úrslitið er avgerandi fyri um Føroyar møta Lettlandi ella Litava 11. juni. Hetta er nakað av tí, sum Håkan Ericson segði á tíðindafundinum.

 

Um venjingarlandsdystin móti Danmark:

 

-Vit eru nøgdir við avrikið móti Danmark, har vit tapa 2-0. Verjuspælið er gott og vit hava bóltin 40 prosent av tíðini. Tað er gott, men vit skapa ov lítið.

 

Um venjingarlandsdystin móti Liktenstein:

 

.Vit sita á øllum í dystinum móti Liktenstein og vinna 4-0. Vit spæla fótbólt, sum vit vilja spæla við smáspæli og spælarar tora at koma framvið. Millum annað skorar Pætur Petersen tvey mál, men hann kundi tað sama havt skorað tvey afturat.

 

Um Baltic Cup:

 

Hetta er siðbundin kapping, sum hevur nógv ár á baki. Hetta er mótstøða, sum hevur sama spælistíl sum liðið, ið vit skulu møta í Nations League. Eg vil tó siga, at Armenia og Norðurmakedónia eru sterkari, men spælistílurin er tann sami. Vit eru í Nations League bólki saman við Lettlandi, so vónandi møta vit ikki teimum í Baltic Cup, men tað er ikki nakað við einsamallir kunnu avgera.

 

Um skaðarnar:

 

Vit hava nógvar skaðar og tí er eisini gott, at sum hava verið skaddir koma aftur. Av teimum, sum eru skaddir, kundi Magnus Egilsson kanska blivi klárur og Teitur M. Gestsson er ikki við, tí hann skal til próvtøku.

 

Um Meinhard E. Olsen, ið er við eftir longri skaðasteðg:

 

Meinhard var kanska okkara besti spælari í 2022 saman við Jóannesi Bjartalíð. Tað hevur verið saknur í honum og hann sær út til at spæla við fullari ferð.

 

Patrik Johannesen og Samuel J. Chukwudi, ið eisini eru við aftur eftir skaðasteðg:

 

Patrik Johannesen er ikki komin líka langt í endurbyggingini sum Meinhard. patrik er mest við fyri at vit kunnu hyggja upp á hann og síggja hvussu tað gongur. Samuel spælir aftur og honum fáa vit brúk fyri.

 

Um Gullbrand Øregaard, ið er við fyrsta sinni:

 

Tað passar væl við honum, tí U21-landsliðið hevur frí hendan landsliðssteðgin og vit hava brúk fyri miðverjum. Gullbrandur kann eisini spæla á miðvøllinum, men er fyribils úttikin sum miðverji. Hann er ein sterkur spælari, ið fær nógv spælitíð, men manglar kanska nakað av leikferð og kvikleika. Tað fáa vit høvi at hyggja nærri at.

 

Hópurin

 

Málverjar:

 

Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Silas Eyðsteinsson, B36

 

Verjuspælarar:

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

 

Jann Julin Benjaminsen, B36

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)

 

Bartal Wardum, HB Tórshavn

 

Samuel J. Chukwudi, HB Tórshavn

 

Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Miðvallarar:

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Arnbjørn Svensson, Víkingur

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

 

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)

 

Meinhard Egilson Olsen, Mjøndalen (Noreg)

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)Áleyparar:

 

Pætur Petersen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

 

Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

Baltic Cup:

 

Leygardagin 8. juni:

 

Estland - Føroyar

 

Lettland - Litava