Hetta seinasta árið hava vit etið nógv minni enn vanligt

Hagstovan sigur, at tað eru príshækkingarnar á mati, sum hava stóra ávirkan á nýtsluna

Tað er eingin loyna, at prísurin á mati er nógv hækkaður hetta seinasta árið. Og Hagstovan sigur, at hetta hevur eisini havt sína ávirkan á, hvussu nógv vit keypa av mati. Í hesum sambandi sigur Hagstovan, at upp á eitt ár, frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðing í fjør, minkaði nøgdin av mati, og alkoholfríum drykkum, sum vit keypt, heili níggju prosent.

 

Hagstovan hevur áður vísr á, at frá at frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðing í fjør hækkaðu prísirnir 8,8 prosent sum heild. Hetta er størsti prísvøkstur í 40 ár. Prísvøkstur hevur stóra ávirkan á keypsorkuna hjá fólki og í Føroyum er onki undantak.

 

Prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum eru hækkaðir 10 prosent frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðing í fjør. Umsetningurin er umleið tann sami triðja ársfjórðing í fjør, sum hann var tann triðja ársfjórðingin í 2021. Men verða príshækkingarnar drignar frá, sæst, at mongdin av mati, og alkoholfríum drykkjum, sum eru seldir í Føroyum er minkað níggju prosent upp á eitt ár, frá triðja ársfjórðingi í 2021 til triðja ársfjórðin í fjør.

 

Í bólkinum húsbúnað og húsarhaldsútgerð, er nøgdin minkað 13 prosent, men prísurin er hækkaður 11 prosent. Og í bólkinum, klædnavørur og fótbúnað, er nøgdin minkað 15 prosent. Teir prísirnir eru hækkaðir seks prosent.