Hetta skal nokk ganga

Elspa Haugsund og maðurin Kristinn búgva í einum snotiligum húsum í Kópavági við teirra trimum børnum. Elspa starvast á føroysku sendistovuni í Reykjavík, meðan maðurin er veikstreyms verkfrøðingur á eini verkfrøðingastovu. Vit loddaðu av, hvussu teirra gerandisdagur ávirkast av kreppuni

Reykjavík: - Vit hava merkt hana fyrst og fremst á tann hátt, at vit hoyra ikki um annað, men upp á egnan kropp hava vit ikki merkt so nógv til hana enn, uttan at vit síggja, at tað mangla onkrar vørur, sigur Elspa Haugsund.

Og maður hennara, Kristinn, kann bert taka undir við henni.

- Tað er fyrst og fremst í sjónvarpi, útvarpi og í bløðunum, at vit kenna kreppuna. Men mann hoyrir jú um, hvussu nógv verða uppsøgd nú innan bankageiran, og eg rokni við, at skjótt verða tað eisini onnur starvsøki, sum fara at merkja, hvat tað er sum hendir, sigur Kristinn Haugsund.

Íslendskt-føroyska parið væntar ikki, at tey hava sæð tað ringasta av kreppuni enn.

- Eg rokni við, at tað verður meiri arbeiðsloysi. Men nú hava tað sjálvandi verið so nógvir útlendingar í Íslandi, at tað verða teir, sum fara fyrst soleiðis, at íslendingar varðveita síni størv. Men tað er sjálvandi ikki gott at siga, hvussu nógv fólk talan verður um, sigur Kristinn Haugsund.

Hann væntar, at partvís verður talan um, at íslendingar yvirtaka tey størvini, sum útlendingar rýma úr, men í størri mun at íslendingar verða verandi eftir í fyritøkunum, eftir at útlendingarnir fara av landinum.

- Tað er jú ikki so spennandi at vera útlendskur arbeiðari í Íslandi nú, tá krónan er so lág, tí teir fáa so nógv minni burtur úr, sigur Kristinn Haugsund.


Tømist á hillunum

Nógv hevur verið tosað um hesa komandi kreppuna, men eingin hevur veruliga trú upp á at hon fór at koma, orsakað av íslendska undrinum, men tann myndin er broytt í dag.

- Ja, myndin er nógv broytt, tað má mann siga. Og sjálvandi høvdu vit hoyrt ávaringarnar um, at onkuntíð fór at steðga upp, men vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at gerast so ógvusligt, sum tað er, sigur Kristinn Haugsund.

Tað, sum rættiliga merkist av slíkari kreppu, er útboðið í matvøruhandlunum, men enn hevur ikki av álvara verið nakað at merkja til manglandi útboð.

Nei, nú havi eg verið til handils í dag (hósdagin, red), og tað sá bara heilt gott út, eitt lítið sindur meiri rúmligsligt um, men eg haldi ikki, at tað manglaði nakað serligt á hillunum, sigur Elspa Haugsund.

Hon sigur, at tað er stórur munur á mánadegnum eftir, at Geir Haarde tosaði til tjóðina, og so til hósdagin, tí tann dagin var tað rættiliga tómt.

- Í hvussu er í tí handlinum, eg var í, sigur Elspa Haugsund.

Og hon metur heldur ikki, at talan kann hava verið um tilvild, tí hon hevur ongantíð upplivað slíkt áður.

- Altíð, síðani eg kom yvir aftur í 1998, hevur tað verið nóg mikið av vørum á hillunum, og tí virkaði tað eitt sindur undarligt, sigur Elspa Haugsund.

Tað, sum vanligi íslendingurin óttast fyri, er, at tað kann gerast trupult at fáa allar vørur inn aftur í landið, tí roknast má við einum munandi prísvøkstri.

- Ja, tað rokni eg við. Eg vænti nógvar príshækkingar, og tað hevur higartil verið soleiðis, at tað hava verið goymslur, teir hava selt. Men tað hoyrist eisini, at tað fer at verða trupult yvirhøvur at innflyta vørur, tí tað er so ringt at fáa fremmant gjaldoyra at rinda við. Samstundis er íslendska krónan nógv viknað, so príshækkingar koma púra vist, sigur Kristinn Haugsund.


Eingin koyrdur – enn

- Ja, eg havi longu varnast nakrar príshækkingar, so tær eru longu komnar. Og tað verður heilt vist verri, sigur Elspa Haugsund.

Hon vísir á, at tað hevur staðið í Morgunblaðnum, at mjólkin skal hækka, men um tað hendir orsakað av kreppuni, ella tað er in leingi ætlað hækkan, dugir hon ikki at siga.

Sum starvsfólk á Føroysku sendistovuni í Reykjavík merkir Elspa Haugsund kreppuna til gerandis við tað, at sendistovan fær fleiri fyrispurningar hjá fólki. Kristinn er hinvegin ein veikstreymsverkfrøðingur, sum starvast í byggivinnuni.

- Vit hava ikki veruliga merkt nakað enn. Tað hava verið nógv fólk starvssett í byggivinnuni, men higartil er so eingin uppsagdur hjá okkum. Tað hevur tó verið soleiðis, at tá fólk av einihvørjari orsøk eru farin úr starvi, so er eingin settur í teirra stað, sigur Kristinn Haugsund.

Hann sigur, at arbeiðið hjá teimum enn ikki er minkað, men hann væntar, at teir fara at merkja nakað til kreppuna kortini.

- Fyritøkan, har eg starvist, fæst við streymverkfrøði, og tað økið, har vit merkja eina lítla minking, er innan sethúsa- og íbúðarbygging. Men fyri ídnað og handil er virksemið ikki minkað – enn, sigur Kristinn Haugsund.

Í dag verður mett, at tað standa 4000 tómar íbúðir á Reykjavíkarleiðini, og hóast grannalagið í Kópavági, har Elspa og Kristinn Haugsund búgva, ikki hevur nógv tóm hús, so er hetta kortini ikki sama lagið allastaðni.

- Tað eru fleiri íbúðarøki, har byrjað var at byggja fyri hálvum ári síðani ella so, har tað tykist at vera steðgað upp. Antin bíða fólk, ella hava tey bara ikki fingið lán, tí tað hevur verið ein trupulleiki í seinastuni, sigur Kristinn Haugsund.

- Eg havi hoyrt um fleiri, sum hava latið grundstykkini inn aftur, skoytir Elspa Haugsund upp í.



Serliga um ta leiðina í Kópavági, har Haugsund parið býr, eru húsini stór.

- Ja, tey byggja rættiliga stórt í hesum økinum. Nú búgva vit í sethúsaøkinum, men her finnast eisini íbúðarblokkar. Men kanska hetta ger, at húsini verða bygd minni í framtíðini, sigur Elspa Haugsund.

Men hóast tey bæði sita í rættiliga nýggjum húsum, og hóast tey eru ein familja við smáum og hálvstórum børnum, so falla heldur ikki tey í fátt.

- Sjálvandi vóna vit, at tað verða betri tíðir aftur, og tað verða tað nokk, spurningurin er bara, hvussu langa tíð tað tekur. Mann spyr seg í dag, um tað tekur nakrar mánaðir, eitt ár, tvey ár ella kanska tíggju ár. Tað er tann brennandi spurningurin, sigur Kristinn Haugsund.

Eisini Elspa er bjargtskygd um framtíðina.

- Eg haldi tað fer at ganga. Eg eri als ikki vorðin stressað enn. Eg rokni bara við, at hesir menninir, sum stýra landinum, fara at loysa trupulleikarnar. Sjálvandi saman við øðrum. So eg rokni við, at tað fer at verða gott aftur í Íslandi, sigur Elspa Haugsund.

Eisini millum vinir, kenningar og umgangskreds teirra í heila tikið, er bert bjartskygni at hóma.

- Har er lagið framvegis gott. Eg kenni ongan, sum er vorðin uppsagdur ella á annan hátt er ávirkaður av hesi støðuni. Tað verður alt í lagi, sigur Kristinn Haugsund.

Íslendingar eru eisini kendir fyri ikki at geva upp, og tey bæði halda, at tað verður hetta, sum fer at hjálpa tjóðini burtur úr kreppuni hesaferð.

- Íslendingar eru kendir fyri at kunna arbeiða minst tvey arbeiði í senn, so teir fara at klára seg eisini burtur úr hesum, sigur Elspa Haugsund sum vónar, at kreppan verður nógv stytri, enn útlitini beint nú siga.




Haugsund familjan: Kristinn