Hetta var góður dagur hjá KÍ og B36

Kvinnur: HB tapti grannauppgerðina ímóti B36, meðan tær úr Klaksvík vunnu í Sarpugerði

Eftir triðja umfar í landskappingini hjá kvinnum er KÍ einsamalt við fullum stigatali.

Úrslitini í dag vóru staðfesting av, at tað er tættari millum liðini og harvið, at tað er lagt upp til meiri spennandi kapping, enn talan hevur verið um í nógv ár.

 

Fyrstu umførini kundu bent á, at HB var favorittur í grannauppgerðini ímóti B36. Árstalfelagið hevur ikki staðið seg so væl tey seinnu árini, men í dag eydnaðist tað at vinna 2-1. Hálvleiksstøðan var 2-1.

Emma Hans dóttir legði B36 framum longu í fjórða minutti, og fimm minuttir seinni javnaði HB. Málskjútti var Heidi Sevdal.

Øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tí longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði Sarita Maria Mittfoss 2-1 málið, sum vísti seg at verða sigursmálið hjá B36.

-HB var favorittur, og øll onnur og vit sjálvar eru ovfarnar av, at tað eydnaðist okkum at vinna. Vit vistu, at tað var ein møguleiki, um vit vístu rætta hugburðin og arbeiddu nógv, og tað eydnaðist, sigur B36 málverjin Jóna Nicolajsen.

 

Hetta var triði dysturin hjá B36, sum frammanundan hevði tapt ímóti KÍ og ÍF/Víkingi/B68.

HB hevur spælt tveir dystir. Umframt í dag at tapa ímóti B36 hevur HB vunnið ímóti EBS/Skála.

 

KÍ var seinnapartin í Sarpugerði og spældi ímóti ÍF/Víkingi/B68, sum undan hesum umfarinum hevði spælt tveir dystir og vunnið báðar – ímóti EBS/Skála og B36.

Úrslitið í Gøtu í dag var, at KÍ vann 1-0. Einasta málið skoraði Rannvá B. Andreasen, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.

 

ÍF/Víkingur/B68 og KÍ hava seks stig – felagsliðið hevur spælt tríggjar og KÍ tveir dystir.

HB og B36 hava trý stig – HB fyri tveir og B36 fyri tríggjar dystir.

EBS/Skála hevur spælt tveir dystir og einki stig fingið.

Fjórða umfar verður leygardagin 30. mars: KÍ – HB og B36 – EBS/Skála.