- Hetta var nakað heilt serligt

Í sínum fyrsta landsliðsdysti av týdningi fekk Hans Pauli Samuelsen víst nøkur av teimum tingunum, vit vita at hann dugir. Og við boðum frá venjaranum um, at hann skuldi inn at bjóða av, driblaði víkamaðurin seg framvið trimum mótstøðuleikarum

Nýggi maðurin á landsliðnum:
- Hetta var nakað heilt serligt

Í sínum fyrsta landsliðsdysti av týdningi fekk Hans Pauli Samuelsen víst nøkur av teimum tingunum, vit vita at hann dugir. Og við boðum frá venjaranum um, at hann skuldi inn at bjóða av, driblaði víkamaðurin seg framvið trimum mótstøðuleikarum

FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo

Hans Pauli Samuelsen er helst bólttryggasti leikarin í landinum í løtuni, og hevur hann verið mest eyðsýndi leikarin hjá EB/Streymi í ár. Hóast hann enn er spildur nýggjur í landsliðshøpi, er lítið at ivast í, at hann verður ein týdningarmikil leikari fyri føroyska landsliðið í framtíðini.
Hann var við fyri fyrstu ferð í venjingardystinum móti Pólandi, og í gjárkvøldið fekk hann seg aftur royndan, tá hann loysti Símun Samuelsen av í øðrum hálvleiki.
Og hóast liðið var aftan fyri við fleiri málum, so vóru boðini frá landsliðsvenjaranum til Hans Paula greið; hann skuldi inn at bjóða av.
- Jógvan Martin segði við meg, at eg skuldi fara inn og gera tað eg dugi best til. Hann vildi hava meg at bjóða av og vera ágangandi, og tað var so tað eg royndi at gera, greiðir Hans Pauli Samuelsen frá, tá vit fanga hann á veg av vøllinum eftir dystin.
Viðhaldsfólkini fingu eisini nakað av tí, tey vita at ungi víkamaðurin dugir so frágera væl. Hann gjørdi eftir boðum landsliðsvenjarans, og megnaði hann at seta bæði ein, tveir og tríggjar mótstøðumenn av ta einu ferðina, umframt at hann legði onkra sera góða avlevering og hevði eina naska málroynd.
Hans Pauli Samuelsen viðgongur tó, at tað ongin løtt uppgáva at koma inn í dystin.
- Tað var ótrúliga hart at spæla, og at koma inn í ein dyst, tá vit eru so nógv aftan fyri, er rættiliga trupult. Vøllurin gjørdi heldur ikki uppgávuna lættari, men tað var ótrúliga stuttligt at sleppa inn í einum dysti sum hesum. At verða skiftur inn og sleppa at vera partur av landsliðnum í dysti á heimavølli er nakað heilt serligt, sigur 21 ára gamli Hans Pauli Samuelsen, sum hóast tapið var fegin um at hava fingið skrásett sín næsta landsdyst á kontoina.