Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin høvdu leingi tungt hoyggj við Rhein-Neckar Löwen á útivølli í Mannheim. Men seinastu løtuna gekk sum eftir ánni, og tað endaði við einum 38-33 sigri til berlinararnar. Heimaliðið var frammanfyri 20-17 í steðginum, og var á odda 26-22 í seinna hálvleiki, áðrenn tað glapp hjá Füchse Berlin.
Hetta er fyrstu ferð í søguni Füchse Berlin vinnur týska meistaraheitið, og hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur vinnur týska meistaraheitið.
HER ber til at síggja ein samandrátt, samrøður og steypahandanina frá minniliga dystinum í Mannheim:
##med2##