Hetta var stórur arbeiðsdagur hjá favorittunum

Meðan Víkingur og B36 vunnu trivaligar sigrar, so leyp einki av hjá trimum teimum ovastu

Støðutalvan sær soleiðis út eftir 11. umfar, sum hon gjørdi eftir 10. umfar. Hetta er ikki heilt rætt, og tað hevur alstóran týdning fyri tey í Eysturkommunu at undirstrika, at nú er Víkingur á fimta plássið og ÍF á sætta plássið.

Toppfimm er toppfimm, og botnfimm er botnfimm.

Víkingur vann sera sannførandi 4-0 sigur á Skála. Tíðliga í fyrra hálvleiki var 3-0, og øll málini vórðu skorað undan steðginum. Hetta var fimta ferðin í ár, at einki mál fór ígjøgnum hjá Víkingi. Trupulleikin er, at hetta var bara triðja ferðin, at tað hevur borið fulla úrtøku við sær, at tað er eydnast at halda tætt í verjuni. Á útivølli ímóti AB og á heimavølli ímóti TB endaði tað málleyst.

Tveir av ungu monnunum, Geza Turi og Arnbjørn Svensson, vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. 16 ára gamli Olaf Bárðason varð fyri fyrstu skiftur inn á besta liðið, tá ið tað restaðu 22 minuttir, og 17 ára gamli Aron Jarnskor Ellingsgaard varð fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

 

B36 vann sera sannførandi 4-0 sigur á Argjum. 16 ára gamli Martin Agnarsson varð skiftur inná B36 liðið, tá ið tað restaði eitt korter. Hann hevur einaferð áður verið tveir minuttir á besta B36 liðnum. Tað var, tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani vann 3-0 í Fuglafirði.

Felags fyri bæði Víking og B36 í dag var, at tað vóru fýra ymiskir spælarar, sum skoraðu málini.

 

 

Hjá HB, KÍ og NSÍ var neyðugt at arbeiða nógv, áðrenn tað var greitt, at favorittarnir høvdu vunnið øll stigini.

Felags fyri HB og KÍ var, at mótstøðuliðið legði seg framum, og at tað endaði við 2-1 sigri til favorittarnar. HB er so illa darvað av skaðum, at tað var neyðugt at hava landsliðsspælara í hondbólti á beinkinum. Hilmar Leon Jakobsen varð í øðrum hálvleiki fyri fyrstu ferð í seks ár á besta HB liðnum, og hann legði upp til sigursmálið.

HB spælið hekk væl saman, men fuglfirðingar megnaðu at varðveita spenningin inntil síðsta bríksl.

 

TB legði ágangandi fyri í Klaksvík, har heimaliðið ikki fótaði sær, fyrr enn TB hevði lagt seg framum.

Klaksvíkingar arbeiddu nógv fyri at vinna. Deni Pavlovic, Jonn Johannesen og Boris Dosljak vórðu skiftir inn, og at bonkurin var so nógv breiðari enn hjá mótstøðuliðnum mundi vera ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist at vinna 2-1.

Í kvøld var NSÍ leingi greitt omaná ímóti EB/Streymi, men fram ímóti dystarenda var tað ikki sørt av fjáltri á, tá ið Arnbjørn Hansen var skiftur inn í álopið hjá EB/Streymi, men NSÍ helt tætt í verjuni fyri fimtu ferð í ár og vann fulla úrtøku.

Salmundur Bech flutti fyrr í ár úr Suðuroy og til NSÍ. Hann hevur áður bara umboðað FC Suðuroy og Suðringar. Tá ið hann í kvøld skoraði sigursmálið, var hetta samstundis fyrsta málið, ið hann hevur skorað fyri NSÍ.

 

KÍ – TB 2-1 (0-1)

0-1: John Villi Wøldike Leo 18.

1-1: Jákup B. Andreasen 52.

2-1: Jóannes Bjartalíð br 79.

Dómari: Alex Troileis

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen (Deni Pavloivic, 46.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 77.) – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 61.)

Gult kort: Eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

TB: Frederik Mehder – Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah – Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred – Jens Erik Bruhn (Andreas Midjord, 90.), John Villi Wøldike Leo, Einar Thorsteinsson (Eirikur M. Ellendersen, 67.) – Samudeen Musah

Gult kort: Jens Erik Bruhn, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner

Venjari: Michael Winter

 

ÍF – HB 1-2 (1-1)

1-0: Hans Jákup Lervig 6.

1-1: Mathias Nygaard 29.

1-2: René S. Joensen 66.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

ÍF. Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen (Gundur E. Petersen, 80.) – Hákun Edmundsson, Karl Løkin – Hans Jákup Lervig, Philip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Dánjal á Lakjuni, 55.) – Uros Stojanov

Gult kort: Hans Jákup Lervig

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bartal Wardum, Heri H. Mohr – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu, Daniel Johansen – René S. Joensen (Áki D. Samuelsen, 80.), Mads Boe Mikkelsen (Hilmar Leon Jakobsen, 63.)

Gult kort: eingin

Venjari: Jens Berthel Askou

 

NSÍ – EB/Streymur 1-0 (1-0)

1-0: Salmundur Bech 37.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Jann Martin Mortensen, 71.), Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen – Búi Egilsson (Aron Knudsen, 65.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Steffan Løkin, 80.)

Gult kort: eingin

Venjari: Glenn Ståhl

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen (Arnbjørn Hansen, 75.) – Hjalti Kárason Djurhuus (Magnus Heinason, 71.), Símun Sólheim – Tóki H. Johannesen, Teitur D. Olsen (Magnus Jarnskor, 71.), Gutti Dahl-Olsen – Gestur B. Dam

Gult kort: Tóki H. Johannesen, Andras Ó. Olsen, Hjalti Kárason Djurhuus

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

Skála – Víkingur 0-4 (0-4)

0-1: Jákup Johansen 7.

0-2: Lukasz Cieslewicz br 14.

0-3: Atli Gregersen br 18.

0-4: Vukasin Tomic 45.

Dómari: Rani A. Skaalum

Skála: Bárður á Reynatrøð – Djóni Petersen (Jóhan Bergsson Johansen, 74.), Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen – Haraldur R. Højgaard, Mikal á Reynatrøð – Rói Olsen (Aksel B. Danielsen, 27.), Jan Ingason Hansen, Heðin Klakstein – Poul Kallsberg (Hanus Mikkelsen, 77.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein, Haraldur R. Højgaard, Niels Pauli Danielsen

Venjari: Bill Jacobsen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic (Noah Mneney, 46.), Bergur Gregersen – Bogi Reinert Petersen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 80.), Geza Turi – Lukasz Cieslewicz, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 86.) – Finnur Justinussen

Gult kort: Bogi Reinert Petersen

Venjari: Eyðun Klakstein

 

AB – B36 0-4 (0-1)

0-1: Michal Przybylski 10.

0-2: Árni Frederiksberg 46.

0-3: Sebastian Pingel 66.

0-4: Meinhard E. Olsen 86.

Dómari: Dagfinn Forná

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Gert Drangastein (Janus Svabo Samuelsen, 37.), Eli Christiansson, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson (Dánjal Reginsson, 73.) – Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Bartal S. Petersen (Adeshina Lawal, 46.), Jasper Van Der Heiyden, Jákup Pauli Breckmann – Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Bjarni Skála

Venjari: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Martin Agnarsson, 76.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Andreas Thomsen – Magnus Holm Jacobsen (Brian Jakobsen, 80.), Erlendur Magnusson (Mattias Weihe Joensen, 88.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel 

Gult kort: Erlendur Magnusson

Venjari: Jákup á Borg

 

HB

11

9

1

1

28

10

28

NSÍ

11

8

2

1

26

6

26

11

8

2

1

30

11

26

B36

11

8

1

2

33

13

25

Víkingur

11

5

2

4

19

15

17

ÍF

11

5

1

5

14

22

16

EB/Streymur

11

2

1

8

6

20

7

TB

11

1

3

7

7

15

6

AB

11

0

4

7

7

31

4

Skála

11

0

1

10

7

34

1

 

Løgmanssteypið

1. umfar

Mikudagin 8. juli

KÍ - HB

B68 - Víkingur

Skála - FC Hoyvík

EB/Streymur - NSÍ

07 Vestur - FC Suðuroy

AB - Undrið FF

B71 - B36

TB - ÍF

 

12. umfar

Sunnudagin 12. juli

ÍF – Skála

Víkingur – AB

EB/Streymur – HB

B36 - KÍ

TB - NSÍ