HB vann í dag uppibornan 3-1 sigur í stórsteypadystinum ímóti NSÍ.
Um eina viku – sunnudagin 7. mars – hittast hesi bæði liðini aftur. Tá verður tað í landskappingardysti í Gundadali.
Í dag var Heðin Hansen millum teir fyrstu ellivu á HB liðnum. Hann er ætlaður at eiga stóran leiklut á HB miðvøllinum. Men har verður hann ikki næsta sunnudag. Longu í 19. minutti varð hann skiftur út, tí hann var skaddur:
-Heðin Hansen verður neyvan tøkur aftur fyrr enn um fýra ella fimm vikur. Talan er um vøddaskaða í lærinum, og tað er sjálvandi sera harmuligt. Tíbetur vísti Michal Przybylski seg at vera góður avloysari. Hann hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Í gjár spældi hann ein hálvleik á næstbesta liðnum. Tí varð hann tikin út aftur, tá ið tað restaði eitt lítið korter. Tá hevði hann skorað tvey mál og víst gott avrik, sigur HB venjarin Jonas Dal Andersen.