Um vikuskiftið verður ársins sundalagsstevna hildin í Hvalvík. Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini longu í kvøld, 12. juni.
- Stevnan verður sett uttan fyri Mørkina í Streymnesi, og tað verður Súsanna Eikhólm, sum fer at halda røðu, og Eiðis Ljómfelag spælir.
Í Sunda kommunu siga tey, at skráin fyri sundalagsstevnu er sera fjølbroytt, og nógv ymisk tiltøk eru á skrá, eitt nú kondibingo, dartkapping, pub-quiz, gudtænasta og nógv annað spennandi.
FM-kappróðurin verður leygardagin klokkan 15, og sama dag verður ymiskt fyri børnum og vaksum, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.
##med2##
- Vit takka fyrireikarunum og Hvalvíkar/ Streymnesar Róðrarfelag fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti, siga tey í Sunda kommunu í dag.
Øll skráin fyri sundalagsstevnu sæst um heimasíðuna - www.sunda.fo