Hetta verður endurtikið

Jákup á Borg var framúr væl nøgdur við kappingina, sum hann sjálvur var stigtakari til

Innandura FM

- Hetta riggaði ótrúliga væl. Alt gekk upp á stás, og sum eg skilti á spælarunum bæði undan og eftir kappingina, so vóru teir sera fegnir um hetta tiltakið.
Tað skerst ikki burtur, at Jákup á Borg var sera væl nøgdur, tá FM-kappingin í innandura fótbólti var av leygardagin. Sjálvur var Jákup maðurin, sum tók stig til kappingina, og tí var hann - sum vera man - spentur uppá, hvussu hetta fór at rigga. Bæði viðvíkjandi undirtøku millum feløgini, og millum spælararnar annars.
- Har høvdu 14 av 18 feløgum boðað frá luttøku, og tað kann eg bara vera nøgdur um. Tað stóð heldur ikki á at fáa dómarar til kappingina, og yvir høvur haldi eg, at trupulleikarnir vóru mest sum eingir, hóast tað sjálvandi er eitt baks at fáa eitt slíkt tiltak lagt til rættis.

Verður endurtikið
Onkur helt undir kappingini, at tað vildi verið upplagt, um eitt slíkt átakt varð gjørt enn meira skipað. Eitt nú við at hava eina røð av trimum ella kanska fýra slíkum kappingum, og at tað at enda varð skipað fyri finaluumfarið, har ein føroyameistari varð funnin.
Sjálvur tykist Jákup eisini halda, at hetta er eitt gott hugskot, men hann leggur afturat, at tað týdningarmikið, at hetta tá verður gjørt á rættan hátt.
- Eg ivist í øllum førum ikki í, at hetta verður gjørt aftur. Eg havi spakuliga spurt meg fyri, hvussu er við hallartímum til ein leygardag komandi vetur, og vónandi ber til at samskipa alt í so máta. Og tað kundi sjálvandi verið stuttligt, um talan so gjørdist um fleiri kappingar, sum so endaðu við einum finaluumfari. Tó skal ansast eftir, at hetta ikki verður gjørt alt for seriøst, um eg kann siga tað so. Sjálvandi skulu kappingarnar takast í álvara, men hinvegin mugu spælarar eisini fáa hvíld millum kappingarárini, og tí er umráðandi, at talan ikki verður um fótbólt í eitt koyr 12 mánaðir um árið.
Og áðrenn hann sleppur heilt, biður Jákup eisini lata heilsa til teirra, sum gjørdu kappingina møguliga. Fyrst og fremst sponsorum, men eisini teimum, sum í aðrar mátar hjálptu honum í uppgávuni.
- Føroya Banki og Føroya Bjór skulu sjálvandi hava stóra tøkk. Tað haldi eg eisini, at speakarin hjá mær, Tróndur Vatnhamar, skal hava. Og so eiga Eiler, Petur og Oddmar eisini stóra tøkk fyri teirra beinasemi, tá eg heitti á teir um at døma, sigur Jákup á Borg at enda.