Hetta vil ein býráðslimur í Havn fegin offra

Tað er gott við trivnaði - men tá ið vit hugsa um støðuna, tað kann eisini verða ov nógv, heldur býráðslimur í Havn

Í roynd og veru ikki annað at at sminka eina katastrofu, sum liggur undir henni, sigur Elsa Berg, sum her heldur røðu í Tórshavnar Býráði

Sum vit skrivaðu í gjár, hevur ein stórur meiriluti av Tórshavnar Býráði samtykt at leggja eina eftirgjørda á omanígjøgnum miðbýin, frá gróthúsinum hjá Betri Banka, oman í syðra enda á Tinghúsvøllinum, har standmyndin av Rasmusi Effersøe stendur.

 

Men tað er ein býráðslimur, sum ikki tekur undir við hesi ætlanini og tað er Elsa Berg úr Tjóðveldi. Hon heldur nevniliga, at hetta er ikki ein íløga sum skal gerast, soleiðis sum støðan er nú. Á býráðsfundi í Havn vísti hon á, at hon hevur mangan átalað, at Tórshavnar Býráð ger alt ov lítið fyri at basa veðurlagskreppuni og fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Í hesum sambandi er hon ofta biðin um at koma við uppskotum um, hvørjar sparingar so skulu gerast, og á býráðsfundinum mikukvøldið segði hon, at hon hevði nettupp eitt uppskot um eina sparing.

 

Hon heldur nevniliga, at Tórshavnar býráð eigur ikki at brúka 12 milliónir upp á at leggja eina eftirgjørda á oman ígjøgnum miðbýin. Hon staðfesti, at hon vil fegin offra eina eftirgjørda Havnará fyri at gera lívið lættari hjá teimum, sum eru harðast rakt av veðurlagskreppuni  

 

Hon ásannar, at tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at bøta um trivnaðin eru góð upp á nógvar mátar. Men hon heldur, at tað kann eisini verða ov nógv av tí góða tá ið vit hugsað um, hvussu stórt útlát vit hava av vakstrarhúsgassum, og hvørjar avleiðingarnar av tí eru.

 

Hetta er næstan symbolskt, tí samstundis sum at vit eru tey í heiminum, sum dálka næstmest eftir fólkatalinum, lata vit ikki eitt klovið oyra til menningarlondini, sum eru tey, ið eru harðast rakt av veðurlagskreppuni – hóast tey hava havt tað minsta útlátið.

 

– At leggja eina eftirgjørda á í miðbýnum kann saktans bíða so at vit heldur brúka meiri pengar til at basa veðurlagskreppuni. Annars minti hon á, at Havnará liggur undir hesi eftirgjørdu ánni og har liggja nógvar kloakkir. So hóast hetta er rættiliga hugnaligt, er hendan eftirgjørda áin í roynd og veru ikki annað at at sminka eina katastrofu, sum liggur undir henni, heldur hon.

 

Les eisini: Soleiðis fer tað at síggja út í miðbýnum í Havn um eitt ár

 

Les eisini: Hetta verður fantastiskt at fáa í miðbýin í Havn

 

Í roynd og veru ikki annað at at sminka eina katastrofu, sum liggur undir henni, sigur Elsa Berg, sum her heldur røðu í Tórshavnar Býráði