Soleiðis fer tað at síggja út í miðbýnum í Havn um eitt ár

Tað verða stórar broytingar mitt í hjartanum í Havnini

Soleiðis fer tað at síggja út, tá ið áin er løgd oman ígøgnum miðbýin

Beint eftir ólavsøku verður farið undir arbeiðið at leggja eina á oman ígjøgnum miðbýin í Havn. Áin verður frá gróthúsinum hjá Betri Banka, oman í syðra enda á tinghúsvøllinum, har standmyndin av R.C. Effersøe stendur. Í nógv ár hevur verið tosað um at lata Havnará upp aftur, men kanningar vísa, at tað fer at kosta yvir 100 milliónir. Ein orøk til tað er, at tað renna so nógvar kloakkir í hana.

 

##med2##

 

Tí verður ein eftirgjørd á løgd oman á Havnará við 100.000 litrum av vatni, sum renna oman eftir ánni, har tað rennur ígjøgnum eina reinsiskipan og verður síðani pumpað niðanaftur, Sostatt verður vatnið endurnýtt alla tíðina. Samstundis kann alt regnið eisini verða leitt í ánna tá ið tørvur er á tí.

 

Tað eru Zeta Architects, sum hava gjørt uppskotið og umframt at gøta og øki fram við ánni verður upplýst, verður eisini lagt upp til, at listarljós verða gjørd fram við ánni.

 

Løðarsteinar verða lagdir í ánna, so tað ber til at fara tvørtur um og niðri við Tinghúsið verður brúgv tvørtur um. Framvið ánni verða trin at sita í og tað ber eisini til at spæla í ánni.

 

##med3##

 

Arbeiðið er boðið út og tað var J&K Petersen, sum høvdu lægsta tilboðið, tí teir kunnu gera arbeiðið fyri slakar 12 milliónir. Farið verður undir arbeiðið beint eftir ólavsøku og so verður tað liðugt seint næsta vár, ella tíðliga næsta summar. So á næstu ólavsøku fer at bera til at vassa í miðbýnum. Býráðið samtykti málið í gjárkvøldið við 12 atkvøðum fyri.

 

Soleiðis fer tað at síggja út, tá ið áin er løgd oman ígøgnum miðbýin

Við ánna verður ein kantur at sita á og tað slepst eisini tvørtur um hana

Løðarsteinar verða lagdir í ánna og við tinghúsið verður ein brúgv tvørtur um