Hetta verður fantastiskt at fáa í miðbýin í Havn

Miðbýurin er nokk so kaldur, so hetta verður fantastiskt fyri trivnaðin, sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur

Soleiðis fer tað at síggja út í miðbýnum um eitt ár

Hetta fer at fáa fantastiskan týdning fyri trivnaðin í Havn. Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin. Tað, hann sipar til, er, at nú verður farið undir at at leggja eina á oman ígjøgnum miðbýin í Havn.

 

Les meiri her: Soleiðis fer at síggja út í miðbýnum í Havn um eitt ár

 

Tróndur Sigurðsson heldur, at tað er nokk so kaldligt í miðbýnum, so hetta fer at fáa sera stóran týdning fyri trivnaðin. Bæði hann, og partamaðurin, Kári Johansen, halda, at tað verður fantastiskt aftur at hoyra áartutl mitt í býnum í Havn. Býráðslimir halda eisini, at hetta kann eggja fólki til at gera meiri burtur úr at vera í miðbýnum.

 

Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn heldur, at hetta verður ein mannaskapt á, ein eftirgjørd á og tað er ikki tað sama sum ein natúrlig á. Men hon góðtekur hesa loysnina, tí tað verður ov dýrt at lata Havnará ordiliga upp, tí tað fer at krevja, at allar kloakkirnar verða lagdar um. Men hon ávarar ímóti at avleiðingin av hesi eftirgjørdu ánni, verður, at kloakkirnar sleppa at liggja. Hetta má ikki merkja tað, at býráðið sleppur øllum ætlanunum um at fáa kloakkviðurskiftunum í rættlag, sigur hon.

 

Ruth Vang sigur, at heldur kostnaðarætlanin upp á 12 milliónir, er peningurin væl givin út, tí hetta fer at fáa stóran týdning fyri trivnaðin. Annars skal Løgtingið rinda tann partin av arbeiðnum, sum gongur ígjøgnum Tinghúsvøllin.

 

Aðrir býráðslimir vístu á, at onkusvegna hevur tað stóran týdning fyri fólk at hava vatn mitt í býunum og tí hava fleiri býir uttanlands lagt áir ígjøgnum býirnar.

 

Tað hevði kostað yvir 100 milliónir at tikið lokið oman av Havnará og latið hana runnið frítt aftur oman ígjøgnum býin. Hetta er tí, at har er fult av kloakkum. Tróndur Sigurðssson vísir eisini á, at kanningar vísa, at viðhvørt er vatnið í Havnará gravskitið og tað eru viðurskifti, sum mugu fáast í rættlag áðrenn tað verður hugsingar um at taka lokið av Havnará aftur.

 

Hetta verður ein ám har fólk kunnu sita framvið, og har børn kunnu spæla, so talan kann ikki vera um, at vatnið er skitið, og tí er hetta ein góð loysn, sigur hann. Men verður farið longur oman eftir Áarvegnum einaferð seinni, kann talan vera um at leggja Havnará opna aftur.  

 

Soleiðis fer tað at síggja út í miðbýnum um eitt ár